Tað er neyðugt at hava virðing og umsorgan fyri hvørjum einstøkum menniskja, sum tær er litið upp í hendur. Og amboðið hjá tær er fyrst og fremst tú sjálv/ur. Tú skalt duga at skilja millum tað privata, tað persónliga og tað professionella.
Í gomlum døgum vóru størv sum eitt nú sjúkrasystir, lækni, prestur og lærari ofta eitt kall. Menniskju fóru undir tílík lívsverk við einum brennandi ynski um at gera ein mun fyri onnur menniskju, fyri mentan og samfelag, fyri Gud.
Nú eru hesi størv saman við øllum tí pedagogiska økinum komin undir lønarbeiði eins og øll onnur arbeiði. Men tað ber illa til at máta avrikini hjá teimum, ið arbeiða við menniskjum. Tey kunnu ikki mátast og vigast eins og fiskanøgdir og fakturar.
Leingi hevur tað verið soleiðis, at arbeiðsgevararnir hjá teimum, ið arbeiða við menniskjum, hava litið á, at tey gera sítt arbeiði til lítar, hóast ikki bar til at máta tað. Og tað hava nógv, nógv tey flestu eisini gjørt, hóast onkur brákað kør hava verið ímillum.
Men hesi seinnu árini hevur ein óhugnaligur “New Public Management”-hugburður trokað seg inn í umsitingina av arbeiðinum hjá teimum, ið arbeiða við menniskjum. Krøv um yvirskipaðar ætlanir fyri innihaldið í arbeiðinum. Krøv um neyvar ætlanir fyri komandi ár, sundurliðaðar í, hvussu nógv tíð fer til hvat. Krøv um, at tað útinnta arbeiðið verður skjalprógvað. Arbeiðsgevarin krevur prógv fyri, at hvør einasti minuttur av teimum 1800 tímunum í arbeiðsárinum er brúktur sambært ársætlanini, sum hann frammanundan neyvt hevur talt upp og góðkent.
Samfelagið hevur flutt seg frá einum hugburði, har politikarar og umsiting – ið jú umboða allar borgarar í landinum – eru farin frá at hava álit á, at tey, ið arbeiða við menniskjum, fegin vilja og eftir førimuni útinna sítt starv á besta hátt, til at hava eftirlit og umsjón við arbeiði teirra, so at umsitingin kann hava fult tamarhald á, at ikki ein einasti minuttur (= x krónur) fer til spillis.
Meðan tíðin hjá lærarum, sjúkrarøktarfrøðingum, læknum, heilsuhjálparum, sálarfrøðingum, heimahjálpum og pedagogum á dagstovnum og serstovnum áður fyrst og fremst varð nýtt til tey menniskju, sum arbeiðið snýr seg um, so máar alt hitt alsamt meira burtur av tí tíðini. Seta seg inn í krøvini frá umsitingini, leggja ársætlanir, mánaðarætlanir, vikuætlanir, dagsætlanir, fundir, eftirmeting, samskifta við uttanfyristandandi, skjalprógva, ansa eftir, at tú gert tað, sum tú skalt gera og ikki fert inn á arbeiðsøkið hjá einum øðrum fakbólki o.s.fr. o.s.fr. Mær vitandi eru tað bara prestarnir, sum ikki enn hava fingið krav um ársætlanir við ásettari tíð til gudstænastur, jarðarferðir, heimavitjanir o.a.
Jú, okkum tørvar eina hóskandi nøgd av ætlanum og eftirmeting. Tað krevst, til tess at menna starvsøkið, veita borgarunum eina nøktandi tænastu og fylgja nøkulunda við fíggjarætlanini. Og vit skulu ikki aftur til “kallið”, har arbeiðið var løn í sær sjálvum. Sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar skulu eisini hava mat á borðið.
Men tann støðan, ið summir av hesum starvsbólkum eru komnir í, nærkast tí høpisleysa. Krøvini frá politikarum og umsiting gerast alt meira veruleikafjar.
Føroya Pedagogfelag hevur í nógv ár roynt at fingið arbeiðsgevararnar at skilja, at tað má vera samsvar millum krøv og tíð. Skulu námsfrøðingarnir halda tey krøv um ætlanir, samskifti við uttanfyristandandi, fyrireiking og skjalprógvan, sum verða sett teimum, so tekur tað meira enn tann eina tíman um vikuna, sum námsfrøðingar á dagstovnum hava til hendan partin av arbeiðinum. Annars fer tíðin frá børnunum; og so ber ikki til at lúka krøvini til normering á stovunum. Men gakk. Tað er Mentamálaráðið, sum setur krøvini, men Fíggjarmálaráðið, sum samráðist. Og hesir báðir stovnar eru so fullkomiliga leysir hvør av øðrum, at høgra hond veit ikki, hvat vinstra ger. Enn einaferð er naggatódn komin í samráðingarnar, m.a. tí at tað nú einaferð kostar nakrar tímar (= krónur) at lúka krøvini frá arbeiðsgevaranum.
Nú eru longu nøkur ár, síðani lærarar fingu virksemisætlanir, har arbeiðstíðin er lutað sundur. Á hvørjum ári skulu skúlastjórarnir sita og útfylla oyðubløð frá Mentamálaráðnum, har tað sæst, hvussu nógvar tímar og minuttir hvør einstakur lærari skal brúka til undirvísing, fyrireiking, garðvakt, sita inni hjá børnum, meðan tey eta, gera undirvísingartilfar, seturskúlar, foreldrafundir, jólahald, lærarafundir, evnisvikur, toymisfundir, terminsroyndir, ársroyndir, útferðir, foreldrafundir, tosa í telefon við foreldur, rudda, bíleggja tilfar og til at tosa saman annars.
Tíbetur hevur Mentamálaráðið longu roknað tað mesta av hesum út frammanundan, so skúlastjórarnir skulu bara ansa eftir, at lutfallið hjá hvørjum einstøkum lærara millum “undirvísing, fyrireiking o.t.” øðrumegin og “annað virksemi” hinumegin er millum 83% og 85% av 1800 tímum til tað fyrra, og millum 15% og 17% av 1800 tímum til tað seinna. Eg veit eitt ítøkiligt dømi um ein skúlastjóra, sum fyri at fáa roknistykkið at ganga upp hevði sett einum lærara 21 minuttir av einum heilum skúlaárið til “annað virksemi” í staðin fyri til “undirvísing og fyrireiking”. Hann fekk boð um at gera ætlanina umaftur, so hon samsvaraði við krøvini.
Men enn er ikki nóg mikið. Mentamálaráðið við sínum mentamálaráðharra hevur eisini funnið upp á at gera nýggjar námsætlanir og nýggjar ársætlanir. Í sær sjálvum einki ringt, tí har var ymiskt, sum trongdi til at verða dagført. Men tað, sum lærarar nú hava fingið oman yvir seg, er so burtur úr vón og viti, at eg ivist í, um nakar uttanfyristandandi trýr tí. Í staðin fyri eina yvirskipaða lesiætlan er komin ein námsætlan, sum fyri summar lærugreinir niður í minstu smálutir ásetur, hvørjum tað skal arbeiðast við, hvussu tað skal gerast, hvussu eftirmetingar skulu fara fram, hvussu próvtøka fer fram, hvat næmingar skulu duga á hvørjum floksstigi, hvat met (karakter) teir skulu hava fyri hvat – og nógv, nógv annað. Alt samalt grundgivið við so nógvum orðum, at meiningin hvørvur. Fyri aðrar lærugreinir er lítið og einki ítøkiligt at finna.
Um lærarar ditta sær at finnast at námsætlanunum, ja, so fáa teir bara at vita, at tær hava verið til hoyringar, og at øll hava havt høvi at koma við sínum viðmerkingum. Eitt er hoyringar; eitt annað er at taka tær til eftirtektar. Ert tú hoyrdur, tá ið tað einasta, sum tú sleppur at viðmerkja, er onkur smálutur?
Lærarar hava í nógv ár gjørt ársætlanir við einum yvirliti yvir, hvørjum teir ætla at arbeiða við komandi skúlaár. Summir neyvar, aðrir yvirskipaðar. Men nú eru krøvini til ársætlanir herd, og tað við lít.
Nøkur fá brot úr rúgvuni:
Úr “Ársætlan fyri flokkin”:
Stutt lýsing av hvørjum einstøkum næmingi við atliti at trivnaði og førleikum. Mannagongdir viðvíkjandi næmingaarbeiði, heima og í skúlanum. Skilhaldsreglur í mun til flokkin, t.d. viðvíkjandi samskifti og atburði. Sosial tiltøk, so sum útferðir og hugnaløtur. Undirvísingarátøk sum evnisdagar, stovnsvitjanir, námsferðir o.a. Í hvønn mun náddu sosialu tiltøkini og undirvísingarátøkini sínum endamálum?
Úr “Ársætlan fyri lærugrein”:
Heildarætlan fyri lærugreinina viðvíkjandi námsætlanarmálum, tilfari og arbeiðsháttum, sum dentur verður lagdur á hetta skúlaárið. Yvirlit yvir undirvísingargongdir.
Og so kemur: Lýsing av undirvísingargongd
(Eitt skjal til hvørja undirvísingargongd): Nýttar bókmentir og annað undirvísingartilfar. Tímatal, sum er brúkt til undirvísingina. Øki úr námsætlanini, sum dentur hevur verið lagdur á: Støðisførleikar og fakligir førleikar. Týdningarmestu arbeiðshættir: T.d. floksundirvísing, sjálvstøðugt arbeiði, verkætlan, nýtsla av lærugreinaforritum, skrivlig avrik, royndararbeiði, tvørgreinaligt samstarv o.s.fr.
Ja, hetta er so eitt sindur av tí, sum hvør lærari skal skriva um hvønn næming, hvønn flokk og hvørja lærugrein. Liðugt innan 3. oktober. Og tá skúlaárið endar: Eina skrivliga eftirmeting av hvørjum einstøkum broti.
Álvaratos. Um politikarar, mentamálaráðharri og mentamálaráð hava verið so misnøgd við arbeiðið hjá lærarum og hava havt so lítið álit á, at teir gera sítt arbeiði til lítar – vita tey so veruliga einki annað at seta í verk enn eftirlit, umsjón og meira av skrivligum ætlanum, frágreiðingum og eftirmetingum?
Tað álvarsamasta í øllum hesum máli er ikki, at lærarar nú skulu nýta 2 teir fyrstu mánaðirnar av skúlaárinum til skrivstouvarbeiði, so alt ov lítil tíð er eftir til at fyrireika, undirvísa og vera saman við næmingunum. Ella at arbeiðsgevarin ætlar at taka eina viku av summarfrítíðini, sum lærarar skulu gera hetta arbeiðið í.
Tað álvarsama er, at hetta er enn eitt dømi um, at politikarar og umsiting teirra skifta álit út við eftirlit.
Uppgávan hjá politikarum og umsiting er at seta tey yvirskipaðu málini og krøvini. Tað er ikki teirra uppgáva at fara inn og seta neyvar og ítøkiligar reglur fyri bæði einum og øðrum, sum teir í grundini als ikki hava skil fyri.
Tess meira og tess neyvari verður stýrt úr erva og tess meira eftirlit, tess trekari og meira ómotiverað gerast starvsfólk. Og tá veksur eisini vandin fyri, at tey, sum arbeiða við menniskjum, gloyma, at virðing fyri teimum menniskjum, sum teimum eru latin upp í hendur, er fremsta boð í yrkinum. Tá veksur vandin fyri gølum sum teimum, vit í seinastuni hava sæð í donskum fjølmiðlum um viðurskifti á summum stovnum fyri fólk, ið bera brek ella eru gomul.
Vilt tú hava eldhugað, ágrýtin og arbeiðssom starvsfólk, sum út frá síni egnu samvitsku og sannføring gera sítt allarbesta í starvi sínum, so er at vísa teimum álit og at lata avgerðir verða tiknar so nær, sum til ber, at tí, sum avgerðin viðkemur (subsidiaritetsprinsippið). Og hetta er serliga galdandi fyri øll, sum hava við menniskju at gera í starvi sínum, frá heilsuhjálparum til yvirlæknar, frá hjálparfólkum til stovnsleiðarar, frá fólkaskúlalærarum til rektara á fróðskaparsetri.










