Frá leitandi flippara til syngjandi fólkaogn

Fyri 55 árum síðan hevði hann sína fyrstu konsert uppi í eini song, og tá hann sum 15 ára gamal fór sín fyrsta túr til skips, lá hann frammi undir bakkanum og lurtaði eftir Radio Luxembourg, so hann kundi hoyra The Beatles. Í dag fyllir Føroya kendasti og mest sermerkti vísusangari 60 ár. Hóast hann helst syngur í moll, er hansara lívsjáttandi smíl altíð í dur.. Vit kaga í lívið hjá Hanusi G. Johansen

Um so allar fløguhillar verða burturbeindar, og ongin fløga verður eftir at keypa nakrastaðni, verður Hanus G. Johansen ikki gloymdur, tí við tíggjutals fólkakærum sangperlum og eini rødd, ið hevur rúnarbundið hvørt mansbarn í Føroyum í 30 ár, hevur hann ritað sítt navn rimmarfast í føroyska tónleikasøgu. Hvaðani hann fekk røddina, veit hann ikki, men hann er ofta spurdur um hetta, og hann hevur eitt boð. Bóndabrøðurnir í Ánunum, ið hann er skyldur við, vóru sjáldsama góðir sangarar, so kanska kom røddin haðani.

 

Hanus G. Johansen varð føddur 18. juni í 1950, og tann dagin stóð ikki skrivað uppi yvir Kunoyarfjalli, at hann skuldi gerast Føroya fremsti vísusangari. Áhugin fyri tónleiki í barnaheiminum var tó ikki lítil. Nógv varð sungið, munnharpa var í húsinum, og ein beiggi hansara spældi í hornorkestri. Systirin, Sofía, ið er seks ár eldri enn Hanus, lurtaði nógv eftir Radio Luxembourg, og Hanus fylgdi spentur við, tá hon hvørja viku skrivaði Top 20-listan hjá útvarpsstøðini av fyri at vita, hvør stóð seg best.

 

Men lívið lagaði seg ikki bara væl hjá Hanusi. Stór sorg rakti húsið í 1963, tá mamma hansara, ið hevði sklerosu, doyði. Skelkurin ávirkaði hann so nógv, at hann gavst í skúlanum tveir mánaðir, áðrenn 7. flokkur var liðugur. Trupulleikin var ikki, at hann onki dugdi, tí hann var millum tey bestu í flokkinum. Hugurin hvarv bara, og so kundi skúli vera skúli. Í dag heldur hann, at hann flýddi inn í tónleikin, og tá hann um sama mundið hoyrdi The Beatles í Radio Luxembourg, var hann seldur.

 

- Alt hitt kundi pakka saman, tá Beatles kom. Teir høvdu so nógvar góðar sangir og sungu so væl, sigur Hanus G. Johansen og undrast enn á, hvussu nógvur góður tónleikur varð gjørdur í sekstiárunum.

 

Lærdi seg at spæla

Meðan beatlarnir hertóku heimin, keypti beiggi Hanus ein guitara og ætlaði at læra seg at spæla. Skjótt slepti beiggin tó guitaranum, men Hanus loftaði honum, og í 1964 lærdi hann seg fyrstu akkordirnar. Ein bók við akkordum var góður vegvísari hjá honum, men enn dugdi hann ongar heilar sangir. Hjálpin var tó í nánd, tí farbróðir hansara, Johan Johansen, var giftur við Miu Waagstein, dóttir Jógvan Waagstein, og hon spældi ofta klaver fyri honum, tá hann var í Havn.

 

- Eg kom hjá teimum av og á í samband við Snorra Waagstein Rasmussen. Einaferð spældi Snorri ein sang fyri mær, sum eg helt vera so øgiliga góðan. Á veg aftur til Klaksvíkar royndi eg at minnast, hvat hann hevði spælt, so eg kundi spæla tað sama. Eg gloymdi lagið, men mintist akkordirnar, og fyrsti sangurin, eg bæði spældi og sang, var tí eitt lag, eg sjálvur gjørdi, minnist Hanus.

 

Tá Hanus í 1965 ognaði sær guitarbókina "50 Hit Songs" við løgum hjá John Lennon og Paul McCartney, var leyst og liðugt, og hann fór at læra seg at spæla sangir. Sama ár fór hann á sild við Polarfarinum. Teir royndu við gørnum og saltaðu sildina upp í tunnur. Við sær umborð hevði hann ein lítlan transistor, so hann kundi sita frammi undir bakkanum og lurta, tá Radio Luxembourg spældi Beatles. Stundum bað skiparin hann skrubba av í koyggjuna, tí hann kundi ikki lurta eftir tónleiki, tá hann skuldi sova, men hann fekk ikki latið vera.

 

- Árið eftir var eg so við Gulenni. Báðir túrarnir vóru fínasta slag, tí tað var stuttligt at rokast umborð, minnist Hanus, sum seinni eisini var nógvar túrur við línubáti.

 

Orkaði ikki at baka

Í 1966 fór hann av landinum. Leiðin gekk til Jútlands, har hann fór á Skabelund Efterskole saman við 80 danskarum og fýra grønlendingum. Árið kundi verið endað sum ein mentanarskelkur fyri tann einsamalla føroyingin, men var ein góð uppliving, tí hann mentist nógv og gjørdist sjálvbjargin. Fyri fyrstu ferð í lívinum fann hann í Danmark útav at skonkja sær ein drekkamunn.

 

- Sovorðið var ikki nakað, sum dreingjabørn fjasaðust við tá í tíðini. Mamma mín og systir mín høvdu syrgt fyri at skonkja te og gera mat, men tá eg kom aftur úr Danmark, dugdi eg sanniliga bæði at baka og gera mat. Pápi mín var so fegin um hetta, at hann syrgdi fyri, at eg kom í bakaralæru í Køkubúðini í Havn, sigur Hanus flennandi og ristur við høvdinum.

 

- Tað gekk yvirhøvur ikki. Eg orkaði ikki upp við hønunum kl. 5.00 um morgunin, men Andrias í Køkubúðini var so øgiliga lagaligur og bað meg bara koma kl. 6.00. Tað var eisini alt ov tíðliga, og so segði hann, at eg kundi koma kl. 7.00. Soleiðis helt hann fram, til eg møtti kl. 9.00, men tá gekk eg einsamallur á bakarínum og dansaði við servitrisunum. Eftir fýra mánaðir tímdi eg ikki meira, sigur Hanus.  

 

Nú fór hann at sigla sum maskindrongur við Tjaldrinum. Tað var stuttligt, minnist hann, tí har var fyri tað mesta ball, men heimaftur komin gjørdist hann óklárur við pápa sín og flutti á sjómansheimið í Klaksvík at búgva. Á sjómansheiminum búði hann í eitt hálvt ár og hitti fleiri enskar trolaramenn, sum høvdu áhuga fyri tónleiki. Onkur dugdi at yrkja, og Hanus setti lag til eina av yrkingunum. Bæði orð og lag dugir hann framvegis uttanat, vísir hann okkum, tá hann setir seg at spæla sangin.

 

Skorin í andlitið

Meðan tann 19 ára gamli Hanus G. Johansen búði á Klaksvíkar Sjómansheimi í 1969, ringdi tannlækni hansara, Fróði Lassen, og spurdi, um hann vildi sleppa av við stóra yvirbitið. Hanus hevði ongantíð hugsað um at gera nakað tílíkt, hóast hann hevði sjáldsama útsjónd, men játtaði. Í Danmark varð undirmunnurin fluttur 12 millimetrar fram, og yvirmunnurin varð rættaður soleiðis, at hann gjørdist ájavnur við undirmunnin.

 

- Eg varð ofta happaður orsakað av yvirbitinum, serliga um eg klandraðist við onkran, men eftir operatiónina sá eg út sum ein filmsstjørna. Alt var beint, og bitið var betri enn nakrantíð. Aftaná var lættari hjá mær at liva, tí eg sá normalur út, og eg fekk betur etið. Øll gleddust saman við mær, men ein maður harmaðist, og tað var Hans Jacob Glerfoss. Tá hann sá meg umborð á Pride, spurdi hann púra forfardur, hvat eg hevði gjørt, tí honum dámdi ikki, at originalurin var horvin, sigur Hanus.

 

Nú fór tíðin at nærkast, at hann fór at framføra á palli. Hanus ørminnist um, at hann sum 5 ára gamal hevði konsert upp í songini heima, har hann sang sangin um "Lítla Snar." Eisini lá hann einaferð sum 8 ára gamal í einum gili úti í Grøv og sang "Beautiful Brown Eyes" fyri einum vinmanni, ið var so avbera hugtikin av, at Hanus dugdi enskt. Men fyrstu almennu framførsluna hevði hann ikki fyrr enn í 1972.

 

- Hetta var, tá eg var fýra mánaðir á Vestkirk Højskole við Horsens. Har gingu eg og genta mín tá á musikklinjuni, og einaferð skuldu vit so upptraðka. Tey flestu spældu klassiskan tónleik, og áðrenn eg kom á pallin, var onkur still floytikonsert. So fór eg upp og buldraði avstað við "Back in the USSR" hjá Beatles. Fólk stukku leys uppfrá, men so fóru øll at flenna. Tað var herligt, minnist Hanus.

 

Rokkarar á pallin

Nú kom spakuliga ferð á tónleikalívið hjá honum, og á heysti í 1972, tá Hanus var komin aftur til Føroya, skipaðu Rudolf Joensen og Sonhard Johannesen fyri poppkonsert í Klaksvík. Í tí sambandi komu Rudolf, Sonhard og Ólavur Klakk og spurdu Hanus, um hann vildi spæla guitar í einum bólki saman við teimum. Tað var gamaní, og bólkurin varð doyptur Ólavur Presley and His Dirty Rag Rag's. Hanus minnist framførsluna við einum smíli.

 

- Vit vóru púra merkverdigir. Vit vandu ikki, men spældu bara, og hóast tað buldraði illa, var tað øgiliga stuttligt, og fólk tóku væl ímóti okkum. Á somu konsert upptraðkaði eg eisini einsamallur og sang sum tann einasti á føroyskum. Eg spældi "Donna, Donna" hjá Donovan og "Tú dregur meg sum ein magnetur" hjá Poul F. Tað dámdi fólki, minnist Hanus.

 

Boð vóru nú oftari eftir tí síðhærda trubadurinum, og hann spældi til fleiri bingo í Klaksvík. Í 1976 kom hann so í samband við Havnar Jazzfelag og fór at spæla nógv í Jazzklubbanum, ið helt til í veitsluhøllini í Havnar Klubba. Har fekk hann góðan íblástur og víðkaði sær tónleikaliga sjónarringin. Bæði Bob Dylan, Donovan og Leonard Cohen vóru á skránni í Jazzklubbanum, og nú fór hann eisini at seta løg til føroyskar yrkingar.

 

- Ívar Bærentsen eigur helst æruna av, at eg fór at seta løg til føroyskar yrkingar. Hann gjørdi nógv við sovorðið, og fyrsti sangurin, eg sang á eini plátu, var "Pøsta verð" hjá honum. Tað var í 1978. Fyrsta yrkingin, eg sjálvur setti lag til og spældi inn, var "Droymandi teskar áin" hjá Berhardi Brim. Eg gjørdi nógv løg síðst í 70'unum og fyrst í 80'unum, og flestu løgini á "Gaman og álvara" eru frá teirri tíðini, sigur Hanus.

 

Í ørviti av Ommu Ludvík

Hanus kom eisini nógv í Perluna, áðrenn hon varð rivin niður, og har spældi hann fyrstu ferð alment saman við Steintóri Rasmussen í 1980. Tá teir báðir skrivaðu sangirnar upp, sum teir skuldu spæla, løgdu teir til merkis, at allir sangirnir hjá Steintóri vóru í dur, meðan sangirnir hjá Hanusi vóru í moll. Og tað eru sangirnir hjá Hanusi sum oftast.

 

- Mær dámar nógv betur moll, tí tað passar betur til mín, sigur hann og gáar so eftir, at "Droymandi teskar áin," "Áh kundi á tíðarhavi" og "Fljóðið bjarta" hóast alt eru í dur.

 

Í 1981 fór hann aftur av landinum. Nú gekk leiðin til Struer at búgva á vertshúsinum Carlsen's Hotel. Har arbeiddi hann og ballaðist. Billiardspælari gjørdist hann góður, tí skuldi hann gera sær vónir um at vinna nakrar øl, mátti hann vinna á hinum úrmælingunum við grøna borðið. Meðan hann var í Struer, ringdi Steintór Rasmussen og bað hann koma heim at spæla eina plátu inn. Hetta var í desember 1982.

 

Plátan kom ikki í lag tá, men Hanus varð verandi í Føroyum og kom aftur í samband við tónleikararnar í Havn. Kristian Blak og Jóhannus á Rógvu Joensen sendu boð eftir honum at spæla og syngja á plátum, og í 1983 sang hann sangin "Omma Ludvík" á barnaplátuni "Nósi," sum Kristian Blak framleiddi. Sangurin gjørdist ein sonn landaplága.

 

- "Omma Ludvík" er størsta hitt í Føroyum nakrantíð. Tað var heilt merkiligt, sum fólk uppførdu seg. Vaksnir menn og konur við barnavognum róptu púra ósmæðin Omma Ludvík eftir mær á gøtuni. Kanska komst tað av, at sangurin var so positivur. Upprunaliga sótu eg og kona Kristian, Sharon, við eini yrking, sum segði, at Omma Ludvík var tjúkk og feit og líktist eini ær. Sovorðið negativt fjas tímdi eg ikki at syngja, so vit gjørdu hana í skundi stóra, sterka og glaða, sigur Hanus.

 

Tað stóra gjøgnumbrotið

Vinmenninir í Klaksvík vóru nú til reiðar at fara í upptøkuhølini, og í 1984 kom "Saman við tær" hjá Frændum út, har Hanus m.a. sang við á landapláguni "Hundurin brúni." Árið eftir fóru hann og Steintór Rasmussen á norðurlendskt vísutreff í Íslandi. Einir 100 vísusangarar hittust har at spæla saman í eina vika, og Hanus hevur síðan havt gott samband við vísuumhvørvið í Norðurlondum.

 

Meðan Frændur góvu út næstu plátuna í 1986, har Hanus eisini var við, plágaðu fólk hann áhaldandi um at fara at spæla okkurt inn í egnum navni. Tann 18. november í 1988, á 90 ára føðingardegnum hjá Pól F., kom so "Gaman og álvara" í plátuhandlarnar. Útgávukonsert var í Norðurlandahúsinum, og Hanus varð fullkomiliga tikin á bóli, tá hann steig á pallin.

 

- Har var stappað við fólki, eini 700 fólk, sum sótu og stóðu allastaðni runt í salinum. Tað var fantastiskt. Vit gjørdu plátuna í august sama ár, tá Jazzfestivalurin var í Havn. Jørgen Emborg og eg stóðu fyri at leggja grundirnar inn, meðan Jóhannus á Rógvu tók upp, og so fingu vit fleiri góðar tónleikarar á festivalinum at spæla við. Jørgen Emborg spældi klaver, Anders Hagberg spældi bass, og Bjarne Rostvold spældi trummur. Tað var øgiliga gott hjá teimum, sigur Hanus.

 

"Gaman og álvara" var plátan, sum festi vísusangaran Hanus G. Johansen í tilvitanina hjá hvørjum einasta føroyingi. Í 1985 hevði hann á "Ung 85" sungið sangin "Átjan," ið beinanvegin gjørdist fólkaogn, men nú stóð ein heil pláta í handlunum við Hanusi og Pól F., og tað dámdi fólki. Í 2008 kom "Gaman og álvara" út sum fløga, og hetta vísir, at plátan enn er nógv eftirspurd og helst fer at selja leingi aftrat.

 

Í dag fyllir góði, gamli Hanus so 60 ár. Í hesum sambandi kemur út EP við fimm løgum til yrkingar eftir Hans Jacob Glerfoss. Í heyst kemur so næsta fløgan við løgum til yrkingar hjá Poul F..

 

Hanus spælir framvegis nógv alment, eisini á føðingardegnum í Norðurlandahúsinum í dag, og hvørja ferð tekur hann uppgávuna í størsta álvara.

 

- Eg eri ofta frustreraður, áðrenn eg skal út at spæla. Eg kenni tað, sum eg eri ikki nóg tendraður, og at framførslan tí ikki fer at nytta nakað. Men tá eg so standi á pallinum, eri eg til reiðar, sigur hann.