Eini 1200 fólk vóru leygardagin til stóra barnatiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi, har Kular Røtur, Trølla-Pætur og Kári Cool høvdu stórfingna konsert.
Og talan var eisini um frálíkt undirhald, har tann óskikkiligi Kári Cool var framúr sum frásøgumaður, og har Trølla-omman umsíður gjørdi sína entré. Trølla-Pætur var eisini á pallinum, filmur varð vístur á stórskíggja og allir hinir sangararnir í Kulum Rótum vóru eisini við.
Konsertin byrjaði eitt sindur óvanliga, tí eitt korter áðrenn, hon varð sett at byrja, kom tann kuli Kári Cool á pallin. Fólk fóru stórleypandi inn í høllina, tí tey hildu at konsertin var byrja, men tá var Kári Cool komin á pallin at siga fólki frá, at John Petersen hevði lagt Føroyar fram um niðri í Sveis.
Á motorsúkklu
Tað var ikki smávegis gjørt burtur úr, tá Trølla-omman umsíðir traðkaði fram. Fyrst var ein filmur vístur á stórskíggja, har Trølla-omman koyrdi undan løgregluni. Kári Cool fekk tá børnini at happa politiið við at rópa politiið-skiið?
Og knappligar hoyrdist buldur frá eini motorsúkklu í høllini. Summi fólk hildu, at tað var Sofus sum var frá sær sjálvum og var farin á konsert við eini Harley Davidson, men so var ikki. Tað var Trølla-omman, sum drønaði allan vegin upp á pallin á eini motorsúkklu.
Umframt undirhaldið við Trølla-Pætur, ommuni og Kára Cool, var eisini nógvur tónleikur. Kular Røtur hava givið tvær fløgur út, og teir sera væl umtóktu sangirnar, vóru allir spældir. Sangararnir sungu sera væl, men kanska kundu onkrar teirra roynt at fingið betri samband við áhoyrarnar.
Serstakt
Kular Røtur eru vorðnar eitt hugtak í Føroyum, og tað er ikki so løgið. Tað verður gjørt nógv burtur úr fyri at undirhalda børnini, og bæði tá talan er um tónleik, filmir, pallshow og annað er undirhaldið serstakt.
Tónleikurin er frálíkur, børnini kenna sangirnar, og tá stórt myndashow, motorsúkklur, dansarar og sangarar eru afturat kann tað valla ganga galið.
Konsertin leygardagin í Havn var frálík, og tað er neyvan ov nógv at ynskja sær, at Kular Røtur eisini í framtíðni fara at hava líknandi tiltak onkrastaðni í Føroyum.










