formel 1
At Fernando Alonso fekk triðja pláss í fyrstu koyringini og hevur vunnið aðru og triðju koyring í ár, er sjálvandi ikki orsøk at rópa hann heimsmeistara. Hann hevur 26 stig, tað bert 10 stig fleiri enni Jarno Trulli í Toyota sum gerst alt skjótari.
Enn eru 16 koyringar eftir, so nógv kann henda. Men mátin, sum Alonso hevur vunnið, er sera sannførandi. Bæði í Malaysia og í Bahrain hevur hann verið í fyrstu byrjunarstøðu og á odda alla koyringina. Trulli hevur ongantíð veruliga avbjóða honum, sjálvt um hann hevur fingið annað pláss báðu ferðirnar.
Renault bilurin er frálíkur í ár og tí er versti kappingarneytin ivaleyst liðfelagin Giancarlo Fisichella. Fisichella vann í Avstralia, men er ikki komin á mál tvær tær seinastu koyringarnar, og hevur ikki sæð sannførandi út síðan Melbourne.
Eisini vanligi vinnarin sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher er ein avbjóðari, og nýggi Ferrari bilurin F-2005, er sera skjótur. Men við øllum teimum teknisku trupulleikunum Ferrari hava havt hetta vikuskiftið, er spurningurin um heimsmeistaraheitið er tapt, áðrenn F-2005 regluliga kemur á mál.