1. Jákup Mikkelsen, 63/-142
Vísti veruliga hví Brian Kerr valdi at taka hann framum Gunnar Nielsen, og hann vísti eisini, at hetta var ein røtt avgerð. Royndi málverjin var tryggur í næstan øllum, hann gjørdi. Hóast hann onkutíð áður hevur havt meiri at gjørt, man bjargingin í 71. minutti, tá hann við beininum vardi fyri einum skoti eftir eitt frálíkt franskt álop, teljast millum hansara bestu. Somuleiðis komu hansara longu útspørk ógvuliga væl við í gjár.
2. Jónas Þór Næs, 8/0
Spældi sín besta landsdyst nakrantíð. Við monnum sum Evra, Malouda og Ribery sum beinleiðis mótstøðuleikarar, tók Jónas broddin av teimum. Einaferð stóð hann skeivt plaseraður, tá hann gjørdist akkurát ov stuttur til ein bólt, ið varð spældur upp um hann, og Anelka fangaði aftanfyri hann, men við sínum ótroyttiliga vilja og ótrúligu arbeiðsorku taldist Jónas millum bestu leikararnar á vøllinum.
3. Jóhann Troest Davidsen, 12/0
Hevði stóran lut í føroyska uppspælinum, tá Jóhann ofta var maðurin, ið fekk bóltin frá Jákupi Mikkelsen. Hetta prógvar, at maðurin torir og vil spæla fótbólt – eisini í móti fronskum heimsstjørnum. Sum oftast slapp Jóhann sær væl av við bóltin, eins og hann í verjupartinum ikki spardi seg. Var einaferð runnin av dekan ov lætt í samband við eina hornasparksstøðu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men spældi sum heild ein fínan dyst. Eisini deiligt at síggja ein so ungan mann sum hann biðja fronsku heimsstjørnurnar taka seg saman, tá hesar ýlandi og ómotiverað tveita seg niður, eftir at hava tapt ein nærdyst. »Fuck off!« vóru boðini til teirra.
4. Atli Gregersen, 2/0
Óroyndi Víkingurin spældi í gjár, sum um hann ikki hevði gjørt annað enn at spæla í móti heimsstjørnum. Var sterkur í luftspælinum og stýrdi verjuni væl. Tók sær væl og virðiliga av Anelka, sum næstan ikki sást aftur í skugganum av Atla Gregersen. Gøtumaðurin tók hvønn nærdyst, hann kundi, spardi seg ongantíð og var deiliga ósmæðin á vøllinum. »Put the fucking ball out!«, rópti Atli einaferð eftir franskmonnum, tá ein av okkara lá skaddur, og sum heild hoyrist hann væl á vøllinum – og tað er gott. Fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki, sum kortini ikki nervaði hansara spæl á nakran hátt seinni.
5. Egil á Bø, 8/0
Prógvaði enn einaferð, at tað var rætt av Jógvan Martin Olsen at innlima seg í landsliðshópin, og rætt av Brian Kerr at halda áfram við sær í miðverjuni. Egil var tryggleikin sjálvur og spældi sín besta dyst í ár yvirhøvur. Fór út við skaða tíðliga í seinna hálvleiki, men kom inn aftur og beint í eldin, tá hann við tveimum góðum blokadum vardi fyri fronskum atsøknum á føroyska málið. Var sterkur í luftspælinum, og var eisini snýttur fyri eitt brotsspark miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann tveitti seg fram í eitt innlegg, men varð kroystur um koll á vegnum.
6. Atli Danielsen, 32/0
Spældi bara ein lítlan hálvleik, men royndist væl hesa løtuna inn til hann fekk eitt slag á økilin og fótliðin, og noyddist lata seg skifta út. Teir 42 minuttirnar Atli Danielsen var á vøllinum royndist hann tó væl, flutti seg gott slapp sær væl av við bóltin.
7. Fróði Benjaminsen, 53/3
Helst besti leikarin á føroyska liðnum í gjár. Var ótrúliga sterkur á miðvøllinum – bæði í smáspælinum og í luftspælinum, har hann hevði tikið yvir leiklutin hjá Rógva Jacobsen og skuldi vinna høgu bóltarnar. Vann nógv fríspørk, sum so vunnu føroyska liðnum tíð og orku, og kundi altíð spælast, eisini tá hann hevði ein mann í rygginum. Varð fluttur í miðverjuna eina løtu, tá Egil var úti við skaða, og eisini har spældi hann við yvirliti og sannføring. Flott Fróði!
8. Símun Samuelsen, 24/1
Spældi ein frálíkan dyst í vinstra borði. Arbeiddi væl bæði aftur og fram eftir vøllinum. Tordi at bjóða av og inn í millum riggaði tað eisini. Var eisini ágangandi í sínum pressspæli, og átti í roynd og veru einasta føroyska skoti úti frá, tá hann smekkaði til úr 25 metrum, tá ein tími var spældur.
9. Súni Olsen, 35/2
Var ikki eins eyðsýndur, eins og vit áður hava sæð tað í dystum av hesi støddini. Tóktist at hugsa nógv um verjupartin, har hann gjørdi tað væl, men var ikki eins frekur og avbjóðandi í framrættaða spælinum, sum vit hava sæð tað fyrr. Hevði tó fleiri góðar avleveringar og er beinleiðis orsøkin til, at føroyska liðið var vandamikið við so at siga hvørja einastu deyðbóltsstøðu. Eitt ótrúliga umráðandi og avgerandi vápn í føroysku royndunum at fáa eitt mál.
10. Christian Lamhauge Holst, 15/2
Spældi bara ein lítlan hálvan tíma, áðrenn hann noyddist at lata seg skifta út. Hesa løtuna stríddist hann tó væl og gjørdi sítt til at stressa verjuna. Kom í rímiliga skotstøðu einaferð, men valdi at spæla bóltin heldur enn at skjóta sjálvur, sum hann kanska burdi gjørt.
11. Bogi Løkin, 8/1
Rann – sum vanligt – vøllin upp og niður. Kom tó ikki eins væl aftur við at hjálpa Jónasi á bakkinum, eins og vit hava sæð tað áður. Takkaði tó Brian Kerr fyri álitið og endurval við millum annað at vinna Føroyum trý fríspørk í frálíkari støðu, langt frammi í høgra borði, ið eisini vóru upphav til fleiri vandastøður í franska feltinum. Valdi oftast tryggu loysnina heldur enn at bjóða av, og av tí sama hevði Bogi ógvuliga fá bólttap, sum kunnu kosta nógv. Varð fluttur inn sentralt á miðvøllin móti dystarenda, sum eisini er eitt pláss, Bogi kann røkja.
14. Jákup á Borg, 58/2
Fekk bara fimm minuttir á vøllinum, sum er ov lítið til at gera eina meting av. Fekk tó skapt størsta føroyska kjansin, tá hann í yvirtíðini stútaði eitt innkast frá Jónasi Þór Næs beint framvið málinum.
17. Jann Ingi Petersen, 13/0
Toftamaðurin fekk ein góðan hálvleik á vøllinum og royndist væl. Maðurin, sum hevur verið uttanfyri landsliðshitan í fleiri ár, hevur nú spælt sín næsta landsdyst undir Brian Kerr, og tað er fult uppiborið. Arbeiddi eins og restin av liðnum væl og tordi eisini at móttaka bóltin.
18. Jóan Símun Edmundsson, 1/0, B68
Fekk ein góðan tíma í sínum fyrsta landsdysti nakrantíð. Jóan Símun Edmundsson prógvaði vissuliga, at úttøkan av honum var fult uppiborin. Deiliga ósmæðin kom toftamaðurin á vøllin. Fleiri ferðir vann hann bóltar frá fronsku verjuni, umframt at hann eisini arbeiddi væl í verjupartinum í samband við deyðbóltar. Spurningurin er nú, um 18 ára gamli toftamaðurin hevur spælt sín seinasta ungdómslandsdyst.