Frálík konsert við Tórshavnar Manskóri

Leygardagin var Tórshavnar Manskór úti í Nólsoy og vitjaði Nólsoyar Manskór, og í tí sambandi góvu gestirnir eina framúr konsert.

Nólsoyar Manskór hitaði upp við tveimum sangum, og síðani legði Tórshavnar Manskór til brots og sungu teir tilsamans 14 sangir. Fleiri teirra vóru svenskir, og tað hevur eisini sína søgu, tí kórið hevur nú tveir dirigentar, Bjarna Restorff og so nýtilkimna Kára Bæk.

Kári Bæk hevur í eitt áramál búð í Svøríki, og tí er skráin hjá Tórshavnar Manskóri í ein mun merkt av tí.

Konsertin varð hildin í bygdarhúsinum, Royndarhúsinum, og hóast klangurin er rættiiga góður, er tað ikki júst Royal Albert Hall.

- Teir syngja hart, ljóðaði ein týðilig barnarødd eftir fyrsta sangin - til stóra frægd fyri fullsetta Royndarhúsið.

Konsertin endaði við, at kórini saman sungu tveir sangir, tann seinni nýggi nólsoyarsangurin, sum Charles Gade hevur skrivað, meðan Janus Nolsø eigur orðini.