Frá løgmanni til ferðaleiðara

Tey seinastu sjey árini hevur Kaj Leo Holm Johannessen verið á Ólavsøku sum løgmaður, men í ár er leiklutur hansara ein heilt annar. í dag, ólavsøkuaftan, gongur leiðin hjá Kaj Leo til Mykines, har hann skal royna seg sum ferðaleiðari hjá amerikanska sendiharranum Rufus Gifford, og manni hansara Stephen DeVincent.

 

- Í ár skal eg royna meg sum ferðaleiðari á ólavsøkuni og tað gleði eg meg til, sigur Kaj Leo.

 

- Í dag verður farið við tyrluni til Mykinesar, og síðani fara vit at ganga oman í Mykineshólmin, har sendiharrin fær høvi at síggja eitt tað vakrasta staðið í Føroyum, sigur Kaj Leo.

 

 

Á túrinum fer Kaj Leo millum annað at greiða eitt sindur frá um oynna Mykines, eins og um Mykines søgu, og hvussu korini hava verið hjá okkara forfedrum á oynni.

 

- Eg havi longu verið saman við sendiharraðum áður, og vit kennast væl, so hendan túrin gleði eg meg til, sigur Kaj Leo.