Kristnastova skipar nú leygardagin fyri tiltaki fyri kvinnur. Kristnastova bjóðar leygardagin 21. novembur øllum kvinnum til ein dag við hugna, leskiligum mati, góðari bíbliulæru og samveru við øðrum kvinnum í friðarligum umhvørvi. Tiltakið er fyri allar kvinnur, yngri sum eldri, lesandi, arbeiðandi, stakar, mammur, ommur ? allar! Elsa í Skorini fer at tosa um tvær kvinnur í Bíbliuni, Lydiu og Annu, sum vóru fyrimyndir ? og eisini eru fyrimyndir í dag.
Kvinnudagurin byrjar klokkan 10 og heldur á til út á seinnapartin. Áhugaðar kunnu tekna seg við at venda sær til Kristnastovu tlf. 32 55 18 09 ella senda teldupost til kristnastova@kristnastova.dk. Kristnastova er á Birmavej 36, bert fáar minuttir til gongu frá metrostøðini Femøren. Tiltakið kostar 100 kr.










