Frákoyrdur forseti stillar kanska uppaftur

Herfyri var litavski forsetin, Rolandas Paksas, koyrdur frá, men hann kann verða afturvaldur longu í summar

Tað er ikki ov nógv sagt, at flestu litavar tóku undir við avgerðini hjá tjóðartinginum at koyra Rolandas Paksas úr forsetaembætinum, eftir at landsins hægstirættur var komin til ta niðurstøðu, at forsetin hevði brotið grundlógina, tá hann gav einum russiskum vinmanni litavskan ríkisborgararætt.
Russiski vinmaður forsetans hevur tætt tilknýti til russisku mafiuna, og litavsku myndugleikarnir vilja vera við, at tað var vinmaðurin, sum rindaði meginpartin av valstríðnum hjá Paksas.
Men sambært norska blaðnum Aftenposten kann tað væl henda, at Rolandas Paksas kemur aftur í forsetastólin at sita. Tjóðartingið hevur gjørt av at halda forsetaval í juni, og sambært blaðnum er tað als ikki óhugsandi, at tann frákoyrdi forsetin fer at stilla upp tá.
Sigurin hjá Paksas á forsetavalinum í fjør kom óvart á tey flestu. Hann fekk ikki stóran stuðul í býunum, men á bygd fekk hann nógvar atkvøður, og hildið verður, at tað fer hann eisini at fáa í summar, stillar hann upp.
Enn hevur Rolandas Paksas ikki sagt, um hann stillar upp, men hinvegin tykist longu nú greitt, at fyrrverandi forsetin Valdas Adamkus og tjóðartingsformaðurin, Algirdas Brazauskas, fara at stilla upp.