Alt frá Kongo gamla til nýtímans rocktónleik fáa áhoyraranir, sum fara í Vesturkirkjuna í kvøld, at hoyra.
	Í samband við túsundárahaldið fyri kristanini av Føroyum fara Føroya Studentaskúli og HF-skeið saman við fyrireikarunum fyri túsundárahaldið at skipa fyri kirkjusøguligum tónleika- og sangkvøldi í Vesturkirkjuni í Havn.
	Roynt verður at lýsa burtur úr sang- og tónleikamenningini í Føroyum frá Kingotíðini til í dag.
	Skráin er fjølbroytt:
	Felagssangur, Kingokórið úr Tjørnuvík, Siloakórið úr Fuglafirði syngur sálmar og sangir, Gunnar Guttesen Band, KFS-lovsangur, Saltbrøður, Liquid Gravity, Hástig í tónleiki i Hoydølum, Rytmiska Kórið í Hoydølum og endað veður við felagsangi.
	Tiltakið verður í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan 19.30.









