Eik Banki fríkennir Tórbjørn Jacobsen!
Tað var í stuttum niðurstøðan hjá kanningarbólkinum, sum løgmaður hevði sett at kanna partabrævasøluna millum Kongshavnar Útgerðarfelag og Tórbjørn Jacobsen.
Men hendan niðurstøðan er eina og aleina bygd á orðini hjá Tórbjørn Jacobsen.
- Vit hava ongantíð sæð nakað skjalprógv fyri, at Eik Banki ikki vildi taka pant í partabrøvunum. Eg veit ikki, um nakað skrivligt tilfar finst í málinum, ella alt fór fram munnligt, sigur Jógvan Amonnsson.
Tað finnast ábendingar um, at eitt bræv frá Eik Banka hesum viðvíkjandi er til, men um eitt bræv veruliga finst, so er tað undrunarvert, at Tórbjørn Jacobsen ikki hevur lagt tað við sum skjalprógv, tí tað kundi veruliga sett trumf á.
Kanningarbólkurin hevur sostatt lagt størri dent á orðini hjá Tórbjørn Jacobsen, enn øll hini prógvini, sum finnast í málinum.
Jógvan Amonsson leggur sum grannskoðari stóran dent á, at Eik Banki ikki vildi góðtaka partabrøvini í Atlantic Petroleum sum pant í einum láni og metir hetta fyri fullgóða virðismeting. Men samstundis kann staðfestast, at einki skrivligt finst um hetta – í hvussu er ikki nakað, sum kanningarbólkurin hevur sæð. Og tí kennir kanningarbólkurin heldur ikki grundgevingina fyri eina noktan hjá Eik Banka, fyri ikki at vilja lata Kongshavnar Útgerðarfelag meiri pening – heldur ikki móti einum panti.









