Fríkastsrok við dystarenda á Hálsi (Rás2)

(Rás2) Endurhoyr dramatisku fríkaststøðuna, og hoyr Hjalta M. Jacobsen (Kyndil) og Rasmus Søby (Neistin) greiða frá støðuni

Neistamenn eru framvegis á FM-finalukós aftaná javnleik 24-24 ímóti Kyndli í kvøld.


Tað eru tó neistafólk, ið halda Neistin átti at havt vunnið 25-24 á Kyndli, tá Rasmus Søby í seinasta sekundi bumbaði eitt fríkast í Mikkel Hansen-stíli í Kyndils-málið, men dómaraparið, Dánjal Samuelsen og Heri Petersen viðurkendu ikki málið og dømdu nýtt fríkast, sum Rasmus Søby rakti í verjumúrin hjá Kyndli.

 

Í Vestmanna vann H71 27-21 (13-12) á VÍF. H71 er á odda við 27 stigum. Neistin er nummar tvey við 25 stigum. Kyndil og VÌF hava 18 stig.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá Rás2 siga beinleiðis frá serligu fríkaststøðuni á Rás2.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hjalta Mohr Jacobsen hjá Kyndli, sum greiðir frá hvussu hann upplivdi støðuna. Hjalti var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum. 


3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rasmus Søby hjá Neistanum, sum gjørdi ein "Mikkel Hansen", men tíverri fyri hann, so fekk hann ikki málið viðurkent. Rasmus var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, men fekk ikki áttanda málið viðurkent.