Fríðka á Vágsbøi

Summarfestivalur verður aftur í ár. Hesa ferð eru tað dagarnir 4. til 6. august, sum verða karmur um tiltakið, og fyrireikingarnar á staðnum eru nú í hæddini.
Kommunan roynir eisini at geva sítt íkast í so máta, og eftir at Vágsbøur í fjør varð drenaður, verður nú roynt at gera økið enn hugnaligari. Á myndini síggja vit menn frá býargartnaranum, sum eru í ferð við at leggja leiðingar undir nýslidna svørðin.