Um eina lítla viku kemur Margretha, drotning, og Hendrik, prinsur á vitjan í Føroyum.
Vitjað verður rættiliga víða og lagt verður fyri í Havn. Fyrst gongur leiðin út í Tinganes, har løgmaður tekur ímóti, og síðani fer fylgið niðan í Løgtingið, har løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, tekur ímóti.
Úr Tinginum verður farið niðan í Hoyvíkar kirkju, har Jógvan Fríðriksson, biskuppur tekur ímóti. Ein guðstænasta verður hildin og síðani verður ein biti boðin í kirkjukjallaranum.
Seinnapartin verður vitjað í skúlanum við Løgmannabreyt, har regentparið heilsar upp á starvsfólk og næmingar. Edward Fuglø hevur prýtt skúlan við sínum listarverkum, og hann verður sjálvur til staðar.
Síðani fer drotningin at vitja nýggju fimleikahøllina, Fimi, meðan Hendrik, prinsur, vitjar á sjósavninum. Eftir hetta vitjar prinsurin hhjá Reyða Krossi, har Súni Vinther, formaður, tekur ímóti og vísir runt. Vitjanin endar við einum siglitúri við bjargingarbátinum, LÍV.
Um kvøldið verður døgurði á Hotel Føroyum, har regentparið eisini vitjar eina listaframsýning.
Til Mykinesar
Mánadagin 28. juni vitjar drotningin og prinsurin í Mykinesi, har Suni Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, tekur ímóti. Kommunan bjóðar ein bita at eta har úti.
Seinnapartin verður fyrst vitjað í Miðvági, har Albert Ellefsen, borgarstjóri tekur ímóti við Krígsmuseumið. Vágakórið framførir í hesum sambandi.
Eftir hetta verður so farið til Vestmanna, har borgarstjórin, Karl A. Olsen sigur nøkur orð. So verður vitjað á Fiskivinnuskúlanum og á Søgusavninum. Síðani vitjar drotningin kirkjuna, meðan prinsurin vitjar SEV-verkið og ungdómshúsið »Staðið«.
Um kvøldið bjóðar Vestmanna kommuna til døgurða í Fiskivinnuskúlanum.
Dagin eftir fer regentparið kenda túrin undir Vestmannabjørgini, áðrenn leiðin verður løgd til Koltur. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, og koltursbóndin, Bjørn Patursson taka ímóti, og síðani verður spákað gjøgnum gomlu bygdina, sum verður umvæld, millum annað við fimm milliónum krónum úr A. P. Møller-grunninum.
Víst verður runt í nýumvælda húsinum, Niðri í Húsi, har kommunan bjóðar ein bita at eta.
Seinnapartin verður farið í Klæmintsgjógv í Hesti, har skipað verður fyri einari konsert. Harfrá fer regentparið umborð aftur á Dannebrog, sum siglir inn til Runavíkar. Har bjóðar Magnus Rasmussen, borgarstjóri, vælkomin og so verður vitjað á Bakkafrost, og um kvøldið er kommunan vertur við ein døgurða í Løkshøll.
Norðoyggjar og Skúvoy
Mikudagin 30. juni siglir Dannebrog av Runavík til Klaksvíkar, har Gunvá við Keldu tekur ímóti. Síðani gongur leiðin út í Kunoy, har borgarstjórin, John Damberg, bjóðar vælkomin. So verður nýumvælda vatnmyllan vitjað og spákað verður gjøgnum plantaguna.
Haðani liggur leiðin so aftur til Klaksvíkar og Føroya Bjór, har varaborgarstjórin, Jógvan Skorheim og Einar Waag, stjóri á Føroya Bjor, taka ímóti og vísa runt á bryggjarínum.
Síðani fer drotningin á vitjan á Húsarhaldsskúlanum, har Gunvá við Keldu og Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlaleiðari, taka ímóti og vísa runt, meðan prinsurin vitjar umborð á skúlaskipinum, Dragin.
Seinni vitjar parið á Norðoya Fornminnissavni, har tey eisini eta frokost.
Seinnapartin vitjar regentparið so Norðoyatunnilin, har Uni Danielsen, stjóri, vísir ljósskipanina og vatn uppsamlingsbrunnin.
1. juli er seinasti vitjanardagur, og tá gongur leiðin til Skúvoyar og Stóru Dímun. Í Skúvoy tekur borgarstjórin, Harry Jensen, ímóti og farið verður í skúlan, har ein framsýning um fuglaveiði í oynni er uppsett. So gongur leiðin til Stóru Dímun, har hugt verður eftir umstøðúnum og náttúruni.
Vitjanin endar við einum tíðindafundi, sum verður hildin í gamla pakkhúsinum í Bø, áðrenn Danebrog setur kósina móti Danmark aftur.