Fríðka um í gamla kirkjugarði

Nú verður fríðkað um í gamla kirkjugarði á Eiði

Bygdaráðið hevur samtykt, at fríðkast skal um í gamla kirkjugarði.

Kaga vit í søguliga tilfarið sæðst, at arbeiði uppá minnisvarðan til gamla kirkjugarð byrjaði í áleið 1974, skrivar Eiðis kommuna á heimasíðuni.

Tað var minnisvarðanevndin á Eiði, við Óla Ejdesgaard á odda, ið umbað hendan varða, teimum sjólatnu til minnis. Myndahøggarin Fridtjof Joensen í Klaksvík stóð fyri uppgávuni at høgga standmyndina úr steini.

Standmyndin var hereftir send til Danmarkar, at stoypast úr bronsu.
Hetta varð gjørt hjá H. Rolstad og Sønner’s broncestøberi a/s í Herlev.

Sunnudagin 22. juni 1975 upprann so dagurin, tá ið standmyndin varð avdúkað.
Nógv fólk vóru savnað saman hendan hátíðardagin. Sóknarpresturin talaði og las nøvnini á teimum sjólatnu.

Síðani varð standmyndin avdúkað av Onnu Elisabeth Mørkøre 97, (f. 1878) og Mariusi Samuelsen, 92. (f.1883).

Eftir at hornorkestrið spældi tveir sálmar, varð minnisvarðin alment handaður Eiðis bygdaráði, av Óla Ejdesgaard, formanni í minnisvarðanevndini.
Bygdaráðsformaður, Jógvan K. Mørkøre, tók ímóti minnisvarðanum.

Fríðkanin av gamla kirkjugarði er ein liður í, at fríðka um umhvørvið. Hetta við vón um, at gamli kirkjugarður kann gerast eitt hugnaligt savningarstað fyri staðbundna fólkið, skrivar Eiðis kommuna.

Tað er felagið Hjálpirót, ið stendur fyri fríðkanini.