Skúlabreyt
Fyrra hálvár í ár hava næmingarnir vitja listaframsýningar, havt vitjan av listamanni, lært um kompositión og litlæru. Nú er tíðin komin til tað meira handaliga. Tað, sum næmingarnir gera nú, er at prýða veggirnar uttanfyri evnisstovuna í Kommunuskúlanum, frá gólvlista til loftslista. Evnið á veggjamálningunum er ?Hugflog?.
? Ein av næmingunum er sjálvur komin við uppskotinum um at prýða veggirnar, og tað hava tey so fingið loyvi til, sigur Tonni Strøm, lærari á listabreytini.
Breytin er sett upp til 12 tímar um vikuna. Seks tímar hvønn mánadag og fríggjadag. Fyrsta hálva árið hava tey so gjøgnumgingið ymisk evnir, sum tey nú seinni fara at djúpa seg í. Til dømis er talan um portrett-tekning, oljumáling, flætta við jarni, keramik, teldugrafikk og annað, sum næmingarnir nú fáa loyvi at seta seg meira inn í. Hvør næmingur velur sær eitt evni.
? Øll eru við í arbeiðnum, tey eru eisini ógvuliga kreativ, greiðir Tonni Strøm víðari frá. ? Tey eru tó kreativ á ymsar mátar. Teimum nýtist ikki at duga endiliga at tekna ella mála fyri at sleppa á listabreytina. Listabreytin er eftir egnum ynski, og tey duga væl, og harafturat hava nógv av teimum listarligar gávur.
Áhugi fyri at mála
Tá ið vit spurdu næmingarnir, hví teir høvdu valt listabreytina, søgdu teir flestu, at tað var tí at teir vóru sera áhugaðir í list. Teir hava gjørt nógv ymiskt, sum til dømis at arbeiða við leiri, tekna, mála nakrar veggir, teldugrafikkur, oljumálingar.
? Okkum dámar væl at hava listabreyt. Tað er sera áhugavert og stuttligt, siga næmingarnir í 10. flokki.
? Eftir at hava verið í somu breyt í eitt hálvt ár, kennast vit nú so væl, at vit kenna okkum sum eina stóra familju, sigur ein av gentunum við einum stórum smíli.
Næmingarnir siga okkum at tað er ógvuliga spennandi at prýða veggirnir í evnisstovuna. Teir eru allir glaðir fyri at hava valt hesa breyt.










