Frá KÍ til Skála

Ahmed Mujdragic skiftir frá KÍ til Skála

Skála ÍF gjørt sáttmála við Ahmed Mujdragic. Tað boðar felagið frá í dag. Undir ársveitsluni í kvøld hevur felagið kunngjørt, at sáttmáli er skrivaður við serbiska verjuspælaran, Ahmed Mujdragic. Fyribils er avtaln galdandi fyri kappingarárið 2018.

 

31 ára gamli Ahmed Mujdragic hevur spælt í bestu deildunum í Serbia, Rumenia, Albania og Montenegro. Seinastu tvey kappingarárini hevur Ahmed Mujdragic umboðað KÍ.

 

- Eg fari at gera mítt allarbesta og fari at arbeiða hart fyri, at Skála kann fáa eitt gott úrslit næsta kappingarár. Skála er eitt væl skipað felag og hevur ein spennandi ætlan, og hetta fekk meg at velja felagið, sigur Ahmed Mujdragic við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Skála hevur í Eyðuni Klakstein fingið nýggjan venjara.