Frá Javnstøðunevndini

Til uppskotið til broytingar í løgtingslógina um barsilsskipanina og til aðru viðgerðina í Løgtinginum hevur Javnstøðunevndin fylgjandi viðmerkingar:

Avtøka av 6 mánaðar-regluni
Arbeiðarafeløgini og tinglimir hava víst á, at tær tímaløntu kvinnurnar kunnu gerast verri fyri fíggjarliga, meðan tær eru í farloyvi, um útgjaldið ikki kann roknast útfrá 6 teimum bestu inntøkumánaðunum í árinum, áðrenn tær eiga. Orsøkirnar eru, at tær hava skiftandi tímatal og m.a. at tær orsaka av graviditetinum ikki megna at arbeiða so nógv.
Sigast kann, at tímaløntu kvinnurnar eru fyri mismuni, um vit samanbera teirra støðu við støðuna hjá kvinnum í føstum starvi. Útgjaldið hjá kvinnum í føstum starvi ávirkast ikki av, at tær arbeiða minni enn vanligt - t.d. meðan tær eru við barni - tí tær kunnu sjúkrameldast.
Um endamálið við barsilsskipanini er at geva endurgjald fyri mista inntøku, og soleiðis javnstilla kynini á arbeiðsmarknaðinum, er broytingaruppskotið ikki í tráð við Javnstøðulógina, tá tað stillar summar kvinnur verri fyri enn tær vóru frammanundan barnsburðinum.
Tað eigur at bera til at orða lógina soleiðis, at endamál lógarins verður varðveitt og fyribyrgja, at nakrar kvinnur verða fyri mismuni.

Longd farloyvistíð uttan lønarendurgjald
Avleiðingarnar av broytingaruppskotinum kunnu væntast at gerast fleiri. Her verða viðgjørdar avleiðingar fyri kvinnuna, mannin og barnið.

Avleiðingar fyri kvinnuna
Av økonomiskum avleiðingum kunnu nevnast inntøkumiss hjá kvinnuni orsakað av fráveru á arbeiðsmarknaðinum og harvið eisini missur í pensiónini. Ein avleid avleiðing av hesum er, at kvinnan verður fyri vanbýti, tá størri ábyrgd og betri sømdir skulu forhandlast við arbeiðsgevaran. Hesin vil í flestu førum velja eitt fólk, sum er tøkt.
At tað verður kvinnan, sum verður heima hjá barninum longdu tíðina, er mest sannlíkt, tí í dag er tað inntøkan, sum avgerð, hvør ansar børnunum. Hóast tað møguliga kennist so hjá nógvum, so er hetta val í allarflestu førum ikki frælst, men knýtt at kapitaltørvinum hjá einstaka húskinum. Tann, sum forvinnur mest, verður verandi á arbeiðsmarknaðinum, meðan hin ansar børnum. Í Danmark sæst hetta ?arbeiðsbýtið? m.a. eisini aftur í hvør tekur fyrsta sjúkradagin hjá barninum.
Viðvíkjandi muninum í inntøkuna hjá kvinnuni og manninum er støðan í Danmark, sambært eini nýliga kunngjørdari kanning tann, at hesin veksur, tá børnini koma, tí maðurin arbeiðir meiri enn áður og kvinnan arbeiðir minni. Tað er vanligt, at kvinnan arbeiðir minni enn fulla tíð, tá hon fer til arbeiðis aftur eftir farloyvistíðina og tí verður hennara lutur sum nakað sjálvsagt at ansa húsi og heimi. Og tá hon leggur meiri orku í hetta, verður minni tíð til at arbeiða og forvinna sær pening. Tað er ein ónd ringrás, sum kann koma illa við, um kvinnan t.d. ein dag verður høvuðsforsyrgjari. Hetta er ikki í tráð við javnstøðuhugsanina, tí húsarhaldsarbeiðið er ólønt, og eiga vit í Føroyum at byrgja upp fyri, at lógarbroytingin, sum er til viðgerð í hesum vikum, ikki kemur at medvirka til mismun í arbeiðsmøguleikunum hjá kynunum.
Hetta kann m.a. gerast við, at pápinum verður tryggjað serliga farloyvistíð, sum bert hann kann nýta. Hetta var viðgjørt av tinglimum undir tí fyrstu viðgerðini, men undirtøka sýntist ikki at vera fyri at lóggeva á hesum økinum. Ei heldur sýnist undirtøka at vera fyri hesum millum arbeiðsgevarar.
At enda skal nevnast, at um illa vil til, minkar lógaruppskotið trýstið á kommunurnar at fáa ansingarpláss til børnini til vega, og ein avleiðing kann gerast, at kvinnan, sum longu hevur verið heima eitt ár, verður noydd at útseta lønta arbeiðslívið enn longur. Hetta ger støðuna hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum enn verri, og verður mett at vera ein álvarsligur trupulleiki, sum meiri enn so kann gerast aktuellur.

Avleiðingar fyri barnið
Fyri barnið kunnu avleiðingarnar væntast at vera, at møguleikarnir at fáa tætt tilknýtið til pápan gerast verri, tí fáar familjur hava ráð at vera inntøkuna hjá manninum fyriuttan. Ein nýggj donsk kanning vísur, at pápar í dag eru eins góðir umsorganarpersónar sum mamman, um teir taka lut í umsorganini frá fyrsta degi. Tað er ikki bara bróstageving, sum kann skapa tilknýti til barnið, men ansing og spæl sum heild. Dagsins danskir pápar hava mammu sína sum rollumodel, tí pápar teirra tóku ikki lut í umsorganini á jøvnum føti við mammuna og tí hava teir ikki eina fyrimynd í pápa teirra. Ein psykologur metir, at hetta fer at hava stóra ávirkan í framtíðini, tí menn, sum hava ansað børnum, hava størri innfølingsevnir, gerast meiri tolnir og hava minni lyndi til at gerðast harðligir yvirfyri eitt nú kvinnum.

Avleiðingar fyri mannin
Fyri mannin kunnu avleiðingarnar væntast at vera, at hann ikki fær møguleika at vera saman við barni sínum og gerast umsorganarpersónur á jøvnum føti við mammuna. Eisini verður hann einsamallur um at forsyrgja familjuna. Hetta kann gerast ein tung byrða, tí mett verður, at tað eru ikki nógv føoysk húski við smáum børnum, sum klára seg við einari inntøku. Um maðurin skal tryggjast somu rættindi sum føroyska kvinnan í dag sambært lógini hevur, er ein loysn sum nevnt at hann fær serliga farloyvistíð, sum bert hann kann nýta. Um tað ikki ber til at lóggeva fyri hesum ella um ynskið ikki er fyri lóggeving, má onnur loysn finnast, so maðurin ikki verður fyri vanbýti í mun til at taka lut í umsorganini av sínum egnum børnum. Hetta mugu tinglimir tryggja.

Uppsøgn vegna vantandi ansing
Fjølmiðlarnir hava seinasta árið lýst støður, har kvinnur eru vorðnar sagdar úr starvi, tí tær ikki kundu møta til arbeiðis eftir farloyvistíðina, og hevur verið nevnt, at hesin trupulleikin verður loystur, um farloyvistíðin verður longd.
Um endamálið við at broyta lógina er at forða fyri, at kvinnur verða sagdar úr starvi, tá ansing vantar, er ikki neyðugt at leingja farloyvistíðina. Í lógini kann standa, at tað er ikki loyvt at siga fólki úr starvi, um tey orsaka av vantandi ansing ikki møta til arbeiðis, tá farloyvið er av. Og kann farloyvistíðin verða longd, tá peningur fylgir við longdu tíðini.
At enda skal vera nevnt, at hendan viðmerking frá Javnstøðunevndini umrøður støðuna hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum - og ikki støðuna hjá kvinnuni, sum eftir farloyvistíðina velur at vera heima heldur enn at fara út aftur á arbeiðsmarknaðin.