Fróði venur á Skála

Alt bendir á, at superveteranurin og metmaðurin á landsliðnum nú fer at spæla á Skála

Tað hevur verið bíðað við spenningi eftir Fróða Benjaminsen.

Spurningurin hevur verið, um hann fór at halda fram í NSÍ, um hann fór at flyta til Víking saman við venjaranum Sámal Erik Hentze, um hann kanska fer at spæla við Skála, tí hann býr á Strondum, ella um hann møguliga ikki fór at halda fram at spæla í fremstu røð.

Nú bendir nógv á, at spurningurin verður svaraður.

Tá ið Skála klokkan 17.30 fór at venja, var Fróði Benjaminsen millum spælararnar.

Á Skála hava teir sagt, at teir leita eftir einum miðverja. Spurningurin hevur verið, um teir skuldu fara uttanlands at finna rætta mannin. Nú tykist greitt, at eingin útlendingur aftrat fer at spæla við Skála.

Heldur verður tað 41 ára gamli Fróði Benjaminsen, sum fer at vera ein av trimum miðverjum. Hinir báðir eru Jákup Jakobsen og Teitur R. Joensen.

 

Talan er um royndasta spælaran yvirhøvur í føroyskum fótbólti. Fróði hevur sambært faroesoccer.com spælt 479 landskappingardystir í fremstu røð, 84 dystir í kappingini um løgmanssteypið, sjey stórsteypadystir, ein í Atlantic Cup, fimtan dystir í Champions League, níggju dystir í Europa League, fimm dystir í UEFA Cup og tíggju dystir í Intertoto Cup.

Og so hevur hann spælt 94 landsdystir fyri Føroyar.

Umframt barndómsfelagið B68 hevur Fróði Benjaminsen umboðað NSÍ, Víking, HB og B36.  Hann hevur eisini spælt í bestu íslendsku deildini, har hann umboðaði Fram Reykjavík.