Fróði stýrir showinum

Hann er útbúgvin bankamaður og lærari, men seinastu átta árni hevur hann starvast í Norðurlandahúsinum. Hann er vorðin ímyndin av Prix Føroyar tónleikakappingini og leggur dent á, at hann vil takast við okkurt, sum hann hevur hug til og heldur vera spennandi

Hann er helst fyrsti persónurin, fólk hugsa um, tá ið tey hoyra Prix Føroyar verða nevnt. Hann er kendur sum tann sakligi og róligi samskiparin av hesum stóra tiltaki, og tað hevur hann verið øll árini, síðani kappingini fyrstu ferð varð hildin í 1995.
Men alt byrjaði í einum heilt øðrum umhvørvi á einum heilt øðrum staði.
Fróði Vestergaard vaks upp á Tvøroyri, og hann fór sum ungur í læru í Føroya Banka. Har tók hann útbúgvin sum bankamaður, áðrenn hann í 1983 leitaði sær til Danmarkar fyri at lesa á Hægri Handilsskúla.
Seinni í áttatiárunum fór hann at lesa til lærara niðri, og áðrenn hann flutti heim fyri at taka seinasta árið á Læraraskúlanum í Havn, var hann úti og fjakkaði saman við konuni.
Í 1991 gjørdist hann vikarur. Fyrst var hann eitt hálvt ár í Gøtu og síðani eitt hálvt ár í Eysturskúlanum í Havn.
Tíðirnar vóru versnaðar nógv tá, og tað var næstan ógjørligt at fáa fast starv í skúlanum.

Flutti í Norðurlandahúsið
Í 1992 fór Fróði at starvast hjá Fráhaldsrørsluni, har hann hevði til uppgávu at gera undirvísingartilfar. Her var hann í stívliga tvey ár, áðrenn ein lýsing eftir fólki til Norðurlandahúsið lokkaði hann at søkja.
Nógv lógu fram við, eisini Fróði, og endin var, at hann fekk starvið.
Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum vildi gera okkurt tónleikatiltak fyri tey ungu, og Fróði var settur á hesa uppgávu. Úrslitið av hesum var tað, sum í dag er vorðið til helst størsta tónleikatiltakið í Føroyum ? Prix Føroyar.
Fimta kappingin verður hildin í hesum døgum, og Fróði Vestergaard hevur verið oddamaðurin fyri allar kappingarnar.
? So leingi tú hevur eitt starv, sum timir at fara til og heldur vera spennandi, so skalt tú vera nøgdur. Tað hugsi eg meira um, enn kanska at hava eitt starv, sum kann geva ta bestu pensiónina, sigur Fróði.

Stóran áhuga fyri tónleiki
Tað er neyvan bara av tilvild, at Fróði Vestergaard er vorðin so sjónligur í føroyska tónleikalívinum. Áhugin fyri tónleiki hevur verið til staðar frá ungum døgum. Hann hevur spælt nógv tónleik, og kendasti bólkurin, sum hann hevur verið við í, er uttan iva Deiggj.
Teir spæla framvegis saman og venja fast einaferð um vikuna eitt hanagleiv frá heiminum hjá Fróða í Villumsgøtu í Havn.
? Hóast nógv av arbeiðnum hjá mær snýr seg um tónleik, so havi eg framvegis hug til at spæla sjálvur, sigur hann.

Aftur við klaverið
Fyri kortum flutti eitt klaver innar í heimið. Tað var í fyrstu syftu serliga ætla teimum báðum børnunum, men áhugin hjá Fróða fyri klaverspæli er kyknaður aftur, so nú situr hann ofta við klaverið og spælir.
? Eg havi spælt nógv kassagittar, men tað er øðrvísi at sita við klaverið og spæla og kanska gera onkur løg. Tú fært øðrvísi løg við at gera tey á klaveri.
Fróði Vestergaard hevur starvast í stívliga átta ár í Norðurlandahúsinum, og hann letur dyrnar standar opnar, tá ið tað ræður um framtíðina.
? Eg vil fegin gera nakað, sum eg tími, og starvið í Norðurlandahúsinum er framvegis sera spennandi. Eg havi ikki undirvíst síðani 1991, so eg veit ikki, hvussu tað verður við lærarayrkinum, sigur hann.