Fróði Hansen letur í dag frá sær annað sjónbandalagið frá útgávuni "Ultramarine". Lagið kallast "Mickey Mouse".
Til ber at síggja sónbandalagið við at trýsta á pílin á myndini
Tað er samstarvspartnarin hjá Fróða Hansen ígjøgnum nógv ár, listamaðurin Bárður Dal Christiansen, ið hevur gjørt sjónbandið. Onkrar av upptøkunum eru lándar fra einum Mickey Mouse teknifilmi frá 1929, men eru síðani viðgjørdar á ymiskan hátt.
Lagið hevur Fróði Hansen skrivað saman við Bartali Augustinussen. Útgávan Ultramarine varð í mars mánaði í ár innspæld í Studio Bloch í Havn. Tutl gav út fløguna í Føroyum í Juni í fysiskum format.
Les eisini: Fróði við sáttmála og sangi
Nú verður fløgan eisini at fáa á talgildu miðlunum so sum Spotify, iTunes og hinum. Tað er danska plátufelagið Target Group, sum Fróði Hansen hevur sáttmála við, ið gevur fløguna út.