ÍSLAND
Tað var ikki lukkuligt, sum fyrrverandi venjarin hjá havnarfeløgunum, Ion Geolgau, og hansara menn í Fram í Reykjavík tóku fyri seg, tá ið tað um vikuskiftið varð farið undir íslendsku landskappingina, sum verður nevnd Landsbankadeildin.
Fram hevur seinnu árini havt sama leiklutin í Íslandi, sum Skála hevur havt í føroysku kappingini tvey tey seinastu árini. Fýra tær síðstu ferðirnar hevur Fram í síðstu umførunum akkurát bjargað sær rættin at halda fram í bestu deildini.
Hesa ferð tykist vera øðrvísi. Á tjóðarvøllinum á Laugardalinum, har Fram eigur heimavøll, vunnu teir 3?0 á Víkingi. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Tað fyrsta fingu teir í fimta minutti, og í tólvta minutti økti Fróði Benjaminsen til 2?0. Sambært íslendskum miðlum var talan um fínt mál. Fróði sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi bóltin upp í málhornið. Í 42. minutti varð 3?0 sigurin staðfestur.
Hetta var fyrsta ferðin síðani 1993, at Fram vann í fyrsta umfarinum, og teir eru oddalið eftir fyrsta umfarið.
Í 3?5?2 spælskipan var Fróði við 10 talinum á rygginum ein av trimum sentralum miðvallarum, meðan Hans Fróði Hansen var miðverji. Seinasta hálva tíman vóru Víkingarnir bara tíggju á vøllinum. Ein sá reytt, eftir at hann hevði hevnt seg inn á Hans Fróða Hansen.
Í hesum umfarinum hevur Fram verið í bestu deildini síðani í 1997. Teir hava átjan ferðir vunnið meistaraskapin. Síðsta ferðin, at Fram endaði ovast, var í 1990.
Javnt á Akranesi
Undan kappingarbyrjan hevur ÍA, sum er felagið hjá Juliani Johnsson, verið roknað sum eitt av fremstu boðunum upp á meistaraskapin. Í fyrstu royndini gekk ikki meiri enn passaligt á heimavølli. Fylkir legði seg framum, tá ið knappliga ein hálvur tími var farin, og tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at heimaliðið javnaði til 1?1.
Málskjútti var Alan Marcina. Hann er 25 ára gamalur kanadiskur álopsspælari, sum í síðstu viku kom til Akranesar. Hann verður í ÍA inntil síðst í juli. Tá fer hann til Grikkalands, har hann hevur skrivað undir sáttmála við PAOK Saloniki.
Albert Sævarsson vardi málið hjá Grindavík, sum hevði vitjan av ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Úrslitið var 1?1. Gestirnir løgdu seg framum í 56. minutti, og heimaliðið javnaði í 71. minutti.
Meistaraliðið úr KR, sum HB herfyri vann sannførandi á, stóð seg ikki væl í fyrsta umfarinum. Teir høvdu vitjan av FH, sum fór aftur á Hafnafjørðin við øllum stigunum. Teir skoraðu einasta málið í 26. minutti. Uppflutta Keflavík stóð seg væl í fyrsta umfarinum. Teir vóru á Akureyri og spældu ímóti KA, sum legði seg framum í 28. minutti. Gestirnir javnaðu í 56. minutti, og teir skoraðu sigursmálið í 74. minutti.
Kristi himmalferðardag skal ÍA spæla á heimavølli ímóti Alberti Sævarssyni og Grindavík, og Fróði Benjaminsen, Hans Fróði Hansen, Ion Geolgau og hinir í Fram skulu út í Vestmannaoyggjarnar at spæla ímóti ÍBV.









