Fróði keypt amboðshandilin hjá Thomas Dam

Leygarkvøldið 20. august keypti "P/F Hjá Fróða" amboðshandilin "Thomas Dam Amboð & Maskinur" í Jónas Broncksgøtu í Havn frá Meinhard Dam. Fróði Sigvardsen verður nýggjur stjóri í handlinum

P/F Hjá Fróða, v. Fróða Sigvardsen í Havn, hevur keypt amboðshandilin "Thomas Dam Amboð & Maskinur" í Jónas Broncksgøtu frá Meinhard Dam.

Fróði Sigvardsen, frá P/F Hjá Fróða, sigur, at hann hevur keypt handilin, men ikki bygningin. Teir hava gjørt eitt leigumál við P/F Handilsvirki Thomas Dam, og
starvsfólkini halda fram sum áður.

P/F Hjá Fróða hevur umframt ein málingahandil í Havn, eina deild í Runavík, og so reka teir handilin Norðoya Litbúð saman við Harley Bertholdsen í Klaksvík.

Amboðshandilin hevur skjótt 50 ár á baki. Tað var Thomas Dam sum stovnaði handilin í 1946. Fyrstu mongu árini var amboðsdeildin í N. Finsensgøtu, har sum Thomas Dam Ítróttur er í dag, og í 80-unum var flutt í nýggjan handilsbygning í J. Broncksgøtu.

Í tíðindaskrivi frá handlinum verður sagt: " P/F Thomas Dam Amboð & Maskinur hevur altíð lagt seg eftir at veita kundum sínum eina góða tænastu, og tí gleðir tað okkum at vit við hesum handli tryggja at amboðshandilin eisini framyvir kann vera ein professionellur og álítandi samstarvsfelagi hjá kundum okkara. Fróði er ikki ókendur innan handilsvinnuna í Føroyum, og við hesum keypi hevur hann víðkað sítt virkisøki til eisini at umfata amboð og maskinur til bæði tann professionella brúkaran og hobbymannin".