Fróði kannar streym gjøgnum flótitrol

- Nakað av svartkjafti var at síggja í føroyskum sjógvi, men lítið í íslendskum. Vestanfyri Føroyar stóð heilt fitt av sild og nakað av makreli, sigur Fróði Skúvadal, sum herfyri var umborð á íslendska havrannsóknarskipinum, Árna Friðrikssyni

Rannsóknir

 

Herfyri lá íslendska rannsóknarskipið Árni Friðriksson á Havnini.

Hetta er eitt rættiliga nýtt og væl útgjørt skip við øllum nútímans tólum.

 

Stovnsmetingar

Árni Friðriksson kom inn at bunkra og skifta manning.

- Hesin túrurin var ein partur av altjóða stovnsmetingunum av svartkjafti í Norðuratlantshavi. Tá hesin túrurin var liðugur, og skipið skuldi sigla inn, vóru vit staddir einar 50 fjórðingar vestan fyri Føroyar.

Tað sigur Fróði Skúvadal, sum var við rannsóknarskipinum fyri Fiskirannsóknarstovuna.

Ætlanin var upprunaliga at fara á Norðfjørðin í Íslandi, men av tí, at nógv styttri var at fara á Føroyar, valdi skiparin at bunkra og skifta manning í Føroyum.

 

Ymiskar royndir

Á túrinum við Árna Friðrikssyni vóru nógvar ymiskar royndir gjørdar við flótitroli og ymiskum ristskipanum. Eisini vórðu streymmátingar gjørdar inni í trolinum.

Fróði Skúvadal er í holt við eina verkætlan, sum skal kanna, hvussu gjøgnumstreymingin er í flótitroli.

- Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við havrannsóknarstovurnar í Íslandi og Noregi og við Vónina í Føroyum.

Hann sigur, at á túrinum var nakað av svartkjafti at síggja í føroyskum sjógvi, men lítið í íslendskum.

- Vestan fyri Føroyar stóð heilt fitt av sild og nakað av makreli, sigur Fróði Skúvadal.

 

Hent tól umborð

Umborð á Árna Friðrikssyni hava teir tað, sum verður rópt ein ROTV, sum merkir Remotely Operated Towed Vehicle.

- Hetta “akfar” er útgjørt við fleiri videomyndatólum, ljósi og jetmotorum sum gera tað møguligt at stýra tólinum í sjónum, bæði upp og niður og til síðurnar.

Fróði sigur, at við hesum tóli ber til at filma tóv við eitt nú flótitrol - í fullum skala í tí umhvørvi, sum reiðskapurin skal brúkast.

- Við ljósleiðarakaðali verða myndirnar sendar upp á brúnna, har til ber at fylgja við, hvussu leikur fer niðri í sjónum. Eisini situr ein sonari á “akfarinum”, so til ber at síggja, hvat er í námindi, um sýnið er ringt, leggur hann aftrat.

 

Áhugaverdar upptøkur

Fróði sigur, at á túrinum við Árna Friðrikssyni vórðu nógvar áhugaverdar upptøkur gjørdar av trolinum og ymisku ristskipanunum.

Hann sigur, at eitt nú vórðu upptøkur gjørdar av eini sildatorvu sum stóð inni í trolinum.

- ROTV’urin er eitt sera hent amboð, tá talan er um kanningar av reiðskapi, sigur Fróði Skúvadal.