Sum in.fo skrivaði fyrr í vikuni, so hevur fyrrverandi føroyski landsliðsliðskiparin, Fróði Benjaminsen, vant við Skála seinastu tíðina, og í kvøld er tað blivið kunngjørt, at sáttmáli er undirskrivaður ímillum partarnar.
Tað er Skála, sum á facebook-síðu sínari kunnger, at sáttmáli er gjørdur við 41 ára gamla miðvallarveteranin, og at sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2019.
- Vit fegnast um, at Fróði Benjaminsen nú er til reiðar at taka eitt tak fyri Skála, og vit ynskja honum vælkomnan í felagið, skrivar Skála.
Fróði Benjaminsen, sum sambært Faroesoccer hevur spælt 471 dystir og skotið 143 mál í bestu føroysku deildini, spældi í fjør við NSÍ. Framamundan hevur hann umboðað B68, íslendska Fram, B36, HB og Víking.
Fróði eigur somuleiðis metið fyri flestar landsdystir fyri Føroyar, har hann árini 1999 til 2017 spældi 95 landsdystir.










