Fróði frumsýndur á Gaffa

Kenda danska tónleikablaðið, Gaffa, hevur í dag premieru uppá nýggja sjónbandalagið hjá Fróða Hansen. Lagið kallast "Ghost of a Smile" og er av útgávuni Ultramarine hjá Fróða, ið danska Target Group og føroysku Tutl góvu út í summar.

 

Fyri at lesa greinina á Gaffa - trýst HER

 

Maðurin handan video er Eyðun Muller Thomsen, ið eisini millum annað gjørdi video til lagið "I Remember You Well" hjá Fróða Hansen, ið kom út fyrr í ár.  Í Januar fer Fróði á tónleikaferð gjøgnum Russland at promovera sína útgávu Ultramarine.