Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Luzern, har Føroyar fara at seta punktum fyri 2017 fótbóltsárið.
Talan er um stóra mótstøðu. Sveis er ósigrað topplið í undankappingarbólki B. Sveis hevur spælt tríggjar dystir og vunnið teir allar – 2-0 á heimavølli ímóti Portugal, 3-2 á útivølli ímóti Ungarn og 2-1 á útivølli ímóti Andorra.
Hetta er 29. árið, at Føroyar spæla altjóða skrásettar landsdystir, eftir at fyrsti dysturin varð spældur í 1988 (0-1 á útivølli ímóti Íslandi).
Dysturin í dag er nummar 174 hjá Føroyum.
Fróði Benjaminsen er elsti og royndasti spælarin á føroyska liðnum. Í dag spælir Fróði, sum fjúrtanda desember verður 39 ár, fyri 90. ferð á landsliðnum.
Fróði hevur verið fastur maður á landsliðnum, síðani hann spældi fyrstu ferð. Tað var mikudagin átjanda august 1999, ella fyri meiri enn seytjan árum síðani, tá ið Føroyar taptu vinardyst á heimavølli ímóti Íslandi 1-0. Tá avloysti Fróði Sámal Joensen í 74. minutti.
Tað er eingin loyna, at Lars Olsen, landsliðsvenjari, ógvuliga fegin vil hava Fróða at halda fram á landsliðnum. Enn er ikki greitt, um Fróði fer at halda fram at spæla og harvið um dysturin í dag verður tann síðsti landsdysturin ella ikki.










