Fróði Fríðason Jensen hevði trupult við at seta orð á hvussu tað var at vinna FM á øðrum sinni.
- Hetta er stórt. Eg haldi ikki, at eg havi onnur orð enn tað, segði Fróði eftir finalusigurin ímóti Peteri H. Niclasen.
Fróði er fluttur til Danmarkar í lestrarørindum og venur við Københavns BTK. Hann metir, at tað hevur styrkt hann.
- Talan er ikki um eins nógvar venjingar sum fyrr, men tær eru nógv meiri intensar enn í Føroyum. Eg eri glaður fyri, at tað kastar eitt gott úrslit av sær, sigur Fróði, sum hevði lagt sær taktiskar ætlanir til finaluna ímóti superveteraninum.
- Eg var vísur í, at hann fór at spæla meg í bakhondina, so eg vildi spæla stuttar returar, raka hann í mðijuna og halda meg burtur frá hansara bakhond. Eg hugsavnaði meg eisini um at hava góðar servur og at vinna nakrar bóltar upp á tað, segði Fróði at enda.