Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Tá Jógvan Martin Olsen mikukvøldið sigur landsliðnum farvæl, fer ein av bygdarmonnum hansara av Toftum at umboða Føroyar fyri 50. ferð. Tað er Fróði Benjaminsen úr HB.
Fróði hevur verið mest sum fast inventar á liðnum, síðani hann fyri gott og væl níggju árum síðani fyrstu ferð trein inn á liðið. Tað var 18. august í 1999, tá ið Føroyar í vinardysti á heimavølli taptu 1-0 ímóti Íslandi. Ta ferðina varð Fróði í 77. minutti settur inn á miðvøllin sum avloysari fyri Sámal Joensen.
Í 2001 var Fróði við frá dystarbyrjan í dystinum móti Luksemburg, tá Sámal Joensen legðist sjúkur, og síðani hevur Fróði verið púrasta fastur maður í føroysku byrjunaruppstillingini.
Á landsliðnum hevur Fróði umframt B68 umboðað B36, HB og Fram Reykjavík, og burtursæð frá tveimum teimum fyrstu ferðunum og so aftur síðsta leygardag, so hevur hann verið millum teir fyrstu ellivu.
Miðja og miðverja
Í nógvum teimum fyrstu landsdystunum var Fróði miðvallari. Tá ið Óli Johannesen fram ímóti endanum á sínari longu tíð á landsliðnum fleiri ferðir var noyddur at geva avboð, var Fróði í miðverjuni, har ætlanin var, at hann skuldi vera partur av makkarapari saman við Jón Róa Jacobsen.
Fyrr í ár varð Fróði so mikið skaddur, at hann varð noyddur at geva avboð til tríggjar dystir – ímóti Portugal, Serbia og Rumenia. Hesar tríggjar ferðirnar hava Jóhan Troest Davidsen, Jón Rói Jacobsen og Egil á Bø røkt tey bæði miðverjuplássini. Leygardagin fingu Egil og Jón Rói aftur møguleikan, og við bara trimum dystunum í beinunum valdi landsliðsvenjarin at lata Fróða byrja á beinkinum.
Longu í 1. hálvleiki leygardagin avloysti Fróði Mikkjal Thomassen, sum fór skaddur á vøllinum, og tað man vera lítil ivi er um, at Fróði verður millum teir fyrstu ellivu, nú hann fer at spæla landsdyst nummar hálvt hundrað.
Higartil hevur Fróði skorað tvey mál fyri Føroyar: Tað fyrra í 3-1 sigrinum í vinardystinum á heimavølli ímóti Liktinstein 21. august 2002, og hitt seinna var sigursmálið til 3-2 í vinardystinum á heimavølli ímóti Malta 18. august 2004.