Seinastu árini eru hassjplantur skotnar upp sum hundalond runt í landinum, og ferð eftir ferð rennur narkopolitiið seg í størri og smærri hassjplantur og hassjplantasjur.
169 plantur vóru í størstu plantasjuni, sum politiið higartil hevur funnið í Føroyum
Tað er loyvt at innflyta fræið, men ikki at seta tað niður fyri at ala plantur.
Ofta hevur verið tosað um tað øvugta i, at tað skal vera loyvt at innflyta fræ, sum veksur til eina ólógliga plantur.
Mikkjal Thomassen, leiðari fyri narkodeildini hjá kriminalpolitinum heldur, at neyðugt er nú at fáa politisku myndugleikarnar at seta forboð við lóg fyri at innflyta hampfræ.
Fræið er annars lætt at fáa hendur á, tí tað fæst eitt nú í djórahandlum í Danmark og á netinum.
Í fleiri ár hevur hetta verið eitt ynski bæði hjá politinum, heilsumyndugleikum, tollvaldinum og øðrum.
Meira og meira
Tvær ferðir um árið eru fundir í Fólkaheilsuráðnum um rúsevnisstøðuna í Føroyum, og í fundarfrágreiðingini frá fundinum 12. november 2008 stendur millum annað:
- Løgreglan upplýsir eisini, at oftari og oftari verður funnið fræ til hassjplantuna og fræ til skunk. Fræ er sum soleiðis ikki ólógligt, men um tey verða plantað og vaksa fram, so kann ólógligt evni jú vinnast úr plantuni. Ikki bara hassjplantuni, men eisini av skunki, tí úr hesi plantu er tað rúsandi evnið THC hægri enn í hassjplantuni. Hetta er spo eitt dømi um, at eftiransingin av nýtsluni av rúsevnum við hvørt ikki bara er evnið sjálvt, men eisini tilfar (í hesum føri fræ), sum verður brúkt til framleiðsluna...
Spurningurin um at við lóg at seta forboð móti innflutningi av frænum hevur ongantíð veruliga verið viðgjørdur í politisku skipanini. Í august í fjør setti táverandi løgtingslimurin Anniku Olsen John Johannesen, táverandi landstýrismanni í heilsumálum spurningin, og hann svaraði millum annað, at eitt forboð hevði verið torøfrt at handfarið, tí fuglafræ inniheldur eisini slík evni. Annars er málsøkið danskt.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í ennlendismálum heldur, at ber tað til, áttu vit at sett forboð fyri at innflutt hetta ávísa fræið. Hann heldur tó, at Fólkaheilsumálaráðið má koma við einum útspæli.
Gott hugskot
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum er meira avgjørdur.
- Sjálvandi eiga vit at seta forboð, um tað á nakran hátt ber til. Tað gevur onga meining, at loyvt skal vera at innflyta fræ, sum ikki má plantast. Kemur eitt uppskot um innflutningsforboðið, fari eg at viðgera tað við vælvæld, tí rúsandi evni gera so stóran skaða bæði fyri misbrúkaran og umhvørvi hansara.
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum tekur undir við sjónarmiðinum um at seta forboð fyri innflutningi av hassjfræi. Hann heldur tó tað kann gerast ein trupul uppgáva fyri tollvaldið, tí ikki er lætt at síggja mun á hassjfræi og øðrum fræi.
Mikkjal Thomassen nevnir, at tað eingin handilslig forðing skuldi verið fyri einum slíkum forboði, tí innflutningurin av hampfræi hevur einki vinnuligt endamál í vanligari merking. Eitt forboð skaðar tí ikki nakrari vinnu.
Fræið verður annars brúkt at geva fuglum, men tað skuldi ikki verið nøkur umbering, tí fuglarnir kunnu fáa aðra føði, heldur Mikkjal Thomassen.