Í kvøld var hann, eins og í fjør, valdur sum ársins leikari.
Fróði Benjaminsen er staddur uttanlands, og tí tók Harry Benjaminsen, pápi hansara, móti steypinum.
- Hetta er ein stór løta. Tað hevði sjálvsagt verið stuttligari, um eg var kosin ársins spælari. Men tað er kanska nakað seint nú. Eg havi altíð stuðlað Fróða, og tað eru bara fýra dystir, sum eg ikki havi sæð hjá HB í ár, sigur hann og lýsir sonin sum fótbóltsspælara.
- Hann hevur nógvar eginleikar. Hann hevur viljan, sum hevur stóran týdning. Stríðsviljin er framúr, hann hevur gott bólteyga, og hann er ikki egoistiskur. Hann hevur altíð verið seriøsur við bóltinum, sigur hann.










