Fróði & The Pinks Slips aftur á donskum

Fróði & The Pink Slips verða fríggjadagin aftur at síggja á donskum tónleikapalli. Tónleikararnir, sum manna bólkin, eru allir útisetar og tískil hevur bólkurin í stóran mun spælt í Keypmannahavn seinastu árini.

 

Seinast bólkurin spældi var á stóra gøtufestivalinum í Keypmannahavn, Distortion, í summar. Síðani spældi bólkurin eina konsert í Føroyum eisini, men nú hevur bólkurin ikki verið á palli í nakrar mánaðir.

 

Fríggjakvøldið verður bólkurin so at at hoyra á Østerbro í Keypmannahavn. Teir spæla til eitt sokallað showcase, tað vil siga ein tónlistarligur sýnisgluggi hjá bólkinum sum Bands of Tomorrow stendur fyri. Fýra aðrir bólkar luttaka eisini á spælistaðnum Krudttønden hetta kvøldið, teir eru Bunny Wednesday, The What, Den Fjerde Væg og Graatone.

 

Dyrnar í Krudttønden á Østerbro lata upp klokkan átta, og Fróði & The Pink Slips fara helst á pall um tíggjutíðina. Sum skilst fer bólkurin at spæla løg av ep’ini, men eisini av komandi fløguni.

 

Mynd: Janus Ortind