Fróði aftur á vøllinum

Fagnaðurin var øgiligur, tá B36 um miðjan seinna hálvleik framdi síni fyrstu útskifting. Hendan markeraði nevnliga, at Fróðði Benjaminsen nú aftur var at síggja á fótbóltsvølli.
Fróði breyt annars beinið, tá A-landsliðið spældi dyst móti Pólandi í mai mánaði, og síðani hevur ikki verið hugsingur hjá honum um at spæla.
Sum skilst, so var ógvuliga ivasamt, hvørt hann var tøkur til dystin sunnudagin, men sama morgun, sum dysturin varð spældur, meldaði hann seg tøkan.