Í dag klokkan 17 komu føroysku spælararnir á vøllin fyri fyrstu ferð til HM 2018 undankappingina. Millum teirra var Fróði Benjaminsen, ið aftur er á landsliðnum.
38 ára gamli miðvallarin hevur játtað, at taka landsliðstroyggjuna upp á aftur, eftir at hann gavst eftir farnu EM undankappingina. Hann var millum spælararnar, ið vandi á Tórsvølli í dag.
Einasti av teimum, ið er úttikin, sum ikki vandi í dag var Sølvi Vatnhamar. Hann fekk ein snudd í lærið í steypafinaluni, men verður væntandi tøkur til landsdystin móti Ungarn týskvøldið.
Talan var um eina lætta venjing, har spælararnir fyri tað mesta bara skuldu út at røra seg. Tað endaði við einum dysti millm teir yngru og teir eldru, sum teir yngru vunnu við einum máli.
Ongar ábendingar vóru liðuppstillingina.










