Fríðhild vann ferðina

Fríðhild Jacobsen í Hvalba vann ferð frá Atlantic Airways/Lalandia í jólakalendarakappingini hjá Sosialinum í desember, og týsdagin fekk hon vinningin handaðan

Ein av vinningunum í jólakalendarakappingini hjá Sosialinum í desember var eitt gávukort upp á samflex flogferð fyri tvey vaksin og tvey børn frá Atlantic Airways og Lalandia.
Hepni vinnarin av gávukortinum við ferðini gjørdist Fríðhild Jacobsen í Hvalba.
Týsdagin fekk hon vinningin handaðan, tá umboð fyri Sosialin stakk inn á gólvið hjá henni og manninum í Hvalba, og hóast myndatøka ikki stendur fremst á listanum yvir yndisítriv, so var tað ein fegin Fríðhild, ið tók ímóti góða vinninginum.