Fríðhild arbeiðir og undirheldur

- Eg arbeiði nógv, men mítt lív er ikki bara arbeiði. Tá tú arbeiðir í røktini, har tú ert um gomul og veik, er eisini gott at koma út og síggja fólk í góðum árum hugna sær. Eitt av mínum ítrivum er tí at undirhalda til ymisk høvi, bæði her í oynni og aðrastaðni. Eg hvørki drekki ella royki, so tað er ikki tí, at eg eri úti, men mær dámar væl at vera ímillum fólk

TIL ARBEIÐIS

Hon er ein frísk og lívlig kvinna, sum dámar sera væl at arbeiða, undirhalda og at gera tænastur, sum hava stóran týdning fyri fólk í nærumhvørvinum og úti um landið. Hon arbeiðir á Áargarði á Sandi, har hon ansar gomlum og veikum, og sættu hvørja viku arbeiðir hon úti í røktini í Sandoynni.
Sum blaðung byrjaði hon at arbeiða á flakavirkinum í Skopun, og her arbeiddi hon øll tey fyrstu árini, tá hon og maðurin settu búgv.
Í samfull 31 ár hevur hon eisini vaskað á virkinum, og tað ger hon framvegis.
Tey fyrru árini fevndi vaskingin eisini um eitt nú bakkar og bond á virkinum, men seinastu mongu árini hevur hon hildið seg til vasking av felagshølum og skrivstovum. Tær eru tvær, sum vaska, og tímatalið liggur um 12-14 um vikuna.
- Sama ár, sum vit fingu fyrsta barnið í 1977, fekk eg fast vaskiarbeiði á virkinum, men longu fyri ta tíð hevði eg vaskað nógv. Eg havi ongantíð viljað sagt hetta arbeiði frá mær, tó at eg havi havt onnur arbeiði at passa, sigur hon.
Mong munnu hava gitt, at kvinnan, vit umrøða, er Fríðhild Winther í Skopun.
Fyrstu ferð, eg møtti henni í Miðlahúsinum, segði hon, at navnið er Fríðhild Winther Winther.
- Eg eri fødd Winther og gift Winther. Tí eiti eg Winther Winther, segði hon brosandi.

Úr fiski í røkt
Tá flakavirkið í Skopun læt aftur tíðliga í nítiárunum og var stongt í eini trý ár, fór Fríðhild at arbeiða í røktini í Tórshavnar kommunu. Her arbeiddi hon í nøkur ár, til hon í 2001 fekk arbeiði í røktini í Sandoynni – og seinni á ellisheiminum Áargarði, har hon hevur sítt fasta starv í dag.
Í 2004 fór hon á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy, har hon gjørdist heilsuhjálpari eftir hálvum ári. Hetta var eftir skipanini við umskúling, har hon og aðrir limir í Heilsuhjálparafelag Føroya sluppu undan starvsvenjing. Henda skipan er ikki galdandi í dag, og tí gerst eingin heilsuhjálpari longur eftir hálvum ári.
Fríðhild Winther og maður hennara, Bjørgvin Winther, eiga fimm børn og fýra ommu-og abbabørn.
- Vit eru bæði úr Skopun, og vit fylgdust altíð sum børn, og tá vit vóru heilt ung. Tey søgdu, at vit vóru barnaforlovaði, og soleiðis var í nógv ár. Um 15 ára aldur broyttist hetta. Hann fór at sigla við línuskipum og var leingi burtur. Bjørgvin sigldi soleiðis við línuskipum úr Klaksvík, sum gjørdu rættiliga langar saltfiskatúrar á Flemmish Kap. Tá hann var heima, sóust vit kortini altíð, men nú livdu vit líka sum hvør sítt lív. Eg hevði sjeikar, og hann hevði ivaleyst eisini sínar damur, sigur Fríðhild brosandi.
Hon viðgongur, at tey altíð vóru ógvuliga góð.
- Eg haldi, at okkara vinarlag var nakað serligt – heilt frá tí, at vit vóru børn, til vit giftust.
Hvussu var og ikki, so gjørdust Fríðhild og Bjørgvin hjún, og fyri trimum árum síðan hildu tey stórt silvurbrúdleyp í Samljóði í Skopun, har heili 400 fólk vóru savnaði til veitslu.
- Hann var 19 og eg 20, tá vit í 1977 fingu fyrsta barnið.
Bjørgvin hevur altíð verið sjómaður, og tá tey fingu yngsta sonin, sá hann ikki dreingin, fyrr enn hann var vorðin fimm mánaðar gamal.
Í dag siglir maðurin við línuskipinum, Eystnesi.

Undirheldur
Umframt at henni elskar at arbeiða, varð Fríðhild Winther á seinasta kommunuvali vald í bygdarráðið í Skopun við næst flest atkvøðum, tó at Gerhard Lognberg sum fyrst valdur hevði nógv fleiri atkvøður.
- Mítt lív er ikki bara arbeiði. Tá tú arbeiðir í røktini, har tú ert um gomul og veik, er eisini gott at koma út og síggja fólk í góðum árum hugna sær. Eitt av mínum ítrivum seinastu umleið 10 árini hevur tí verið at undirhildið til ymisk høvi, bæði her í oynni og aðrastaðni. Eg hvørki drekki ella royki, so tað er ikki tí, at eg eri úti, men mær dámar væl at vera ímillum fólk.
Fríðhild sigur, at tað er ikki fyri pengarnar skyld, at hon undirheldur, men hon ger tað, tí henni dámar hetta so ómetaliga væl.
- Eg havi altíð elskað at sungið, og sum barn dugdi eg meginpartin av Føroya Fólks Sangbók og Sálmabókini uttanat.
Henni dámar eisini sera væl at syngja fyri búfólkunum á Áargarði.
Í 1990 lærdi Fríðhild til skipskokk í Klaksvík, og hetta er eisini komið henni til góðar, tí hon er mangan við, tá ervi, veitslur og onnur borðhald eru í nærumhvørvinum – og eisini aðrastaðni, har hon kennir fólk og heldur seg kunna veita eina hjálpandi hond.
Umframt tey arbeiði og frítíðarítriv, sum Fríðhild Winther hevur, hevur hon í fleiri ár eisini verið við til at vaskað kirkjuna í Skopun.
- Yngsta barnið hjá okkum er nú 17 ára gamalt, og tí kunnu vit siga, at børnini nú eru vaksin, sigur hon.