TAÐ er greitt, at henda ítøkiliggerðan av politikkinum hjá størsta andstøðuflokkinum fer at geva øllum orðaskiftinum um framtíðar støðu Føroya og viðurskifti okkara við Danmark eitt nýtt innihald. Meðan mótpolarnir fyrr vóru samband ella fullveldi - eru teir nú vornir til samveldi ella fullveldi. Hetta er tann veruleikin, sum Føroya fólk fer at fyrihalda seg til í næstu framtíð, tá týðandi avgerðir skulu takast. Sambandsflokkurin kann einsvæl leggja seg í dvala, um so er, at flokkurin tvs. allir veljarar floksins fult og heilt taka undir við afturhaldslinjuni hjá formanninum og tingmonnunum annars, sum enn eingi tekin hava víst til nakran vilja til broytingar. Síðani Bjørn á Heygum fór úr flokkinum er sambandsflokkurin aftur vorðin til tann gamla svarta og afturhaldssinnaða flokkin. Hann um tað.
MEN tíðin stendur ikki í stað, og hetta hava hinir flokkarnir á tingi sannað, tó hvør uppá sín hátt. Áhugavert verður at síggja og hoyra umboð fyri samveldisleiðina og fullveldisleiðina skifta orð. Hvørjir eru munirnir millum hesar báðar leiðirnar og í hvønn mun ber til at fáa hesar kósirnar, sum eru settar út í kortið, at sampakka - ella eru tær so grundleggjandi ymiskar, at her ber ikki til at semjast?
SJÓNVARPIÐ hevur í kvøld sett teimum báðum oddamonnunum fyri ávikavist fullveldi og samveldi stevnu. Í okkara hugaheimi fer henda sendingin, um hon verður væleydnað - nettup at seta út í kortið, hvat føroyskur politikkur fer at snúgva seg um komandi tíðina. Í hvønn mun kunnu báðar kósinar møtast og hvar eru tær so ymiskar, at teir als ikki kunnu møtast, tá avtornar!!!
NETTUP í dag kemur eitt sjónvarpslið úr grannalandi okkara, Skotlandi til Føroya at gera sending um sjálvstýrisgongdina í Føroyum. Hetta er eitt mál, sum skotar uttan iva hava stóran áhuga fyri, tí eisini teir hava síni sambandsfólk, síni samveldisfólk og síni fullveldisfólk. Tað eigur eisini at hava áhuga okkara, hvussu skotar ímynda sær framtíðina, og er hetta ikki minst áhugavert, nú skotar um stutta tíð fara á val aftur. Tað vísir seg, at vit oftani hava lyndi til at fara yvir um ánna eftir vatnið. Tá vit tosa um framtíðar støðu okkara verður oftani víst til heilt fremmand og fjarskotin lond. Men hví ikki eisini líta at næsta granna okkara fyri sunnan. Hvørjar royndir hevur hann í so máta!