Ósmæið !! - fyri ikki at brúka annað meira beinrakið orð.
Í hesum ritið ella rættari í hesi proklamatión er á seinastu síðu fráboða føroya fólki at - citat: "í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd" - citat slut.
Eg fari at loyva mær at spyrja: Við hvørjari lógarheimild hava hesir tríggir flokkar gjørt av, at stuðul úr statskassanum, sum sambært fleiri lógum eru ætlaðar okkara heilsuverki (sjúkrahúsini v.m), almannaverki (gomul og sjúk v.m.) og skúlaverki (ung og lesandi í Føroyum og Danmark,ávísar skúlar v.m.), ikki skal brúkast til tað, sum hann er oyramerktur til ???
Hava hesir nevndu flokkar framt ágang móti tí føroyska vælferðarsamfelagnum??
Hvar í løgtingsins fíggjarlóg ella í ørðum lógum er fráboðað, at meginparturin av blokkinum bert skal brúkast " um búskapurin verður fyri afturgongd"??
Hetta eru álvarsligir spurningar, - og yvirhøvur fari eg at heita á tykkum øll at nærlesa " Frá heimastýri til fullveldi", tí ritið er veruliga so ræðandi, at hetta er meira enn nóg mikið til at fáa okkum sannførd um, at nú er alneyðugt at sambandsflokkurin aftur fær umboð á fólktatingið.
Hetta er kanska seinasta útkall!!?
Fari tí ung sum eldri á fólkatingsvalið tann 20. novembur og setið X við Sambandsflokkin - trygdin fyri okkara vælferð og ríkisfelagsskapin, sum hevur hildið í 600 ár.
Gott val!