Á Norðoyastevnu endaðu tær á fjórða plássi. Tá vóru tær sjey sekund frá fremsta plássinum. Í dag tóku tær allar hinar á bóli.
Í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum legði Frúgvin úr Miðvági seg beinanvegin fram um hinar, tær hildu tørn og øktu, og hóast tað í endaspurtinum gjørdist væl meiri spennandi, enn tað tóktist at skula verða, so var eingin ivi um, at Frúgvin var fremst.
Á Norðoyastevnu endaði Frúgvin á fjórða plássi. Vinnarin ta ferðina, Sílið, varð í dag nummar trý.
Sílið hevði fyrstu løtuna hug at blanda seg upp í kappingina um fremsta plássið. So dragnaði drekastevnið aftur á fjórða plássið, men í endaspurtinum vunnu tær seg framaftur á triðja plássið.
Fípan Fagra, sum í ár er meiri ella minni einsamøll í royndini at verja heiðurin hjá kappróðurin í Klaksvík, var nummar trý í heimasjógvi, og í dag endaðu kvinnurnar úr Klaksvík næstfremstar.
Tað var sera tætt ímillum tríggjar teir fremstu, og tað eigur at boða frá, at kappingin verður stór tær næstu ferðirnar.
Tískil er einki sum helst avgjørt í FM kappingini, sum Sílið framvegis er fremst í.
Sundalagsstevna 2007 - 5 mannafør kvinnur
1 Frúgvin 05:15.08
2 Fípan Fagra 05:15.17
3 Sílið 05:15.21
4 Ørnin 05:17.00
5 Ritan 05:19.04
6 Teistin 05:19.18
7 Jallurin 05:26.18
8 Erla Kongsdóttir 05:36.23
9 Blikur 05:47.09
Støðan í FM - 5 mannafør kvinnur
1 Sílið 11
2 Frúgvin 10
3 Fípan Fagra 9
4 Teistin 6
5 Ørnin 5
6 Ritan 3 1G
7 Jallurin 0
8 Blikur 0
9 Erla Kongsdóttir 0