Ritan norðan úr Sundi royndi at bjóða seg fram í startspurtinum. Men tað var skjótt, at kappingin um framsta plássið stóð millum Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði og Frúnna úr Miðvági.
Eina løtu var Erla Kongsdóttir fremst, og harvið vóru tað ábendingar um, at Erla Kongsdóttir skuldi endurtaka sigurin, sum tær fyri viku síðani vunnu í heimasjógvi.
Men í endaspurtinum vístu fleiri kontur seg at vera í teimum úr Miðvági. Frúgvin vísti finan endaspurt, og harvið varð fyrsti sigurin í dag vunnin vestur í Vágar. Tað ger ikki stevnuhýrin verri í Sandavági, sum jú er í kommunu saman við miðvingum.
Úrslitið ber við sær, at tað er lagt upp til so stóran spenning undan Ólavsøku, sum hann kann verða. Frúgvin og Erla Kongsdóttir hava 39 stig í part.
Úrslit
1 Frúgvin 05:17.03
2 Erla Kongsdóttir 05:17.20
3 Hvassi 05:27.22
4 Ritan 05:28.14
5 Blikur 05:39.00
6 Katla 06:09.19
Støðan
1 Frúgvin 39
2 Erla Kongsdóttir 39
3 Hvassi 28
4 Ritan 26
5 Blikur 18
6 Katla 2










