Frá gummi til gull

Longu frá fyrsta bríksli vísti HB, at gummibeinini síðstu vikurnar vóru løgd til viks. HB hevði fult tamarhald á, revsaði mistøkini hjá KÍ og spældi so mikið sannførandi meistaraspæl, at KÍ fyri tað nógva ikki kundi síggja út sum annað enn niðurflytari

FÓTBÓLTUR

 

Í longri tíð hevur verið tosað um hesi vælsignaðu gummibeinini hjá HB, nú liðið ikki hevur megnað at tikið føroyameistaraheitið inn, sum so leingi hevur verið á veg. Men í Gundadali í gjár sást einki til nøkur gummibein, og í staðin var tað eitt HB-lið, sum við sonnum meistaraspæli fekk tryggjað sær avgerandi fongin.

Beinanvegin legði heimaliðið trýst á gestirnar, og fleiri av vandastøðum og eisini onkur av málunum stóðust av KÍ-villum, ið HB dugdi at revsa til fulnar. Miðskeiðis í hálvleikinum mátti HB umskipa sær liðið, tí Pætur Jørgensen fór skaddur út, men sjálvt ikki tað nart tað allarminsta við vælsmurdu HB-maskinuna.

 

Góða byrjan

Longu í øðrum minutti fekk HB hol á. Eftir eitt hornaspark í vinstru síðu endaði bólturin yviri í hinari síðuni, haðani Rógvi Poulsen í aðru atløgu fekk lagt bóltin innfyri. Og púra leysur inni fyri málinum fekk Hans á Lag prikað bóltin inn. Hetta var ein dreymabyrjan hjá HB og fekk óivað stóran týdning fyri dystin og tey sokallaðu gummibeinini, ið annars hava darvað í longri tíð.

Mitt í hálvleikinum var tað so Poul Thomas Dam, ið var maðurin aftanfyri næsta leiðslumálið, tá hann í vinstru síðu slapp frá tveimum KÍ-arum og hegnisliga legði innfyri, har Andrew av Fløtum var avgjørdur við fremru stong og økti til 2-0.

Tey bæði málini vóru eisini munurin, tí HB var betri á øllum frontum og spældi við stórum sjálvsáliti og neyðuga hugfloginum. Kortini var um reppið, at Atli Danielsen fekk minkað um munin, tá hann gjørdist púra leysur inni í HB-málteiginum, men ein fantastisk fótparada frá Símuni Rógva Hansen fekk forðað fyri, at bólturin slapp í málið.

Hetta var ein fantastiska góð og sera avgerandi bjarging, tí hóast HB sat á øllum, er ikki til at siga, hvat kundi hent, um KÍ púra óvæntað kom afturíaftur. Og nú fáa vit tað so ongantíð at vita, tí í staðin fyri at KÍ minkaði um munin, var tað HB, ið stutt undan steðginum økti til 3-0.

Hetta triðja málið kom eftir eitt fríspark, sum Vagnur Mohr Mortensen sendi væl inn í KÍ-brotsteigin, har Fróði Benjaminsen var hægstur og snittaði bóltin í málið. Jákup Mikkelsen stóð sum negldur og fekk einki gjørt.

 

Svaraði aftur

Todi Jónsson, sum var byrjaður á bonkinum, kom inn við byrjan í seinna hálvleiki, tá KÍ framvegis trúði uppá, at HB kanska kundi fáast aftur. Men hann hevði nóg illa nortið við bóltin, so var tað í hinum endanum, at heimaliðið mestsum staðfesti sigurin, áðrenn sekundvísarin var komin runt.

HB fekk eitt fríspark, sum var tikið skjótt. Úrslitið av hesum var, at KÍ-ararnir slett ikki vóru klárir, so Bjarni Jørgensen fekk fría kós ímóti baklinjuni, áðrenn hann legði flatt innfyri, har Rógvi Poulsen kom skreiðandi og sópaði bóltin í málið. Nú var 4-0, og dysturin sá mestsum liðugur út.

Heilt liðugur var hann kortini ikki, og meðan HB hevði hug at taka sær av løttum, fekk KÍ troðkað seg meira inn í dystin. Ta einu ferðina vórðu beinini tikin undan Toda beint uttan fyri brotsteigarmarkið, og frísparkið útnyttaði Hjalgrím Elttør til fulnar, tá hann við einum bleytum skoti lyfti bóltin upp um múrin og dygst undir yvirliggjaran, so KÍ eisini kom á máltalvuna.

Yvirhøvur var KÍ nokk so væl við eina løtu mitt í seinna hálvleiki, og tá seinna málið kom, var tað aftur Hjalgrím, ið var upphavið. Hann fór við ferð inn í HB-brotsteigin, og komin heilt inn á fimmmeturin, tók Hans á Lag beinini undan honum, so dómarin mátti døma brotsspark. Hjalgrím slapp sjálvur at skjóta, og hann skoraði trygt.

 

Klárt best

Tættari kom KÍ tó ikki í dystinum, og sum tað leið ímóti endanum, var HB hinvegin fleiri ferðir um reppið at økja um leiðsluna og tann frammanundan trygga sigurin. Millum annað var eitt skot á stongina, umframt at HB vassaði í øðrum møguleikum, ið saktans kundu elvt til fleiri mál aftrat. Her var altso veruliga klassamunur á liðunum, tá alt kom til alt!

Fleiri mál komu so ikki í dystinum, og tí gjørdust tey bæði hjá Hjalgrím stokkutur uggi hjá KÍ, sum við tapinum nokk má síggja í eyguni, at tilveran í bestu deildini er av. Teoretiskt er ein kjansur enn, men KÍ er altso trý stig og níggju mál aftan fyri B36, nú bara hesin eini dysturin er eftir, so realistiski møguleikin er helst farin.

Fyri HB er hinvegin øll orsøk til at fegnast, tí hetta meistaraheitið er tað tjúgunda í røðini síðani 1955, umframt at HB hevur vunnið helvtina av meistaraheitunum, sum spælt hevur verið um í nýggju øldini. Gjøgnum alt kappingarárið hevur HB verið klárt tað besta liðið, og tann støðan er fyrst og fremst grundað á ein stabilitet, ið einki av hinum liðunum hevur verið bara í nánd av.

Hjartaliga tillukku við væl uppiborna meistaraheitinum, HB!