Frágreiðingin fyri 99 hjá Ríkisumboðsmanninum komin

Árliga frágreiðingin hjá Ríkisumboðnum um Føroyar og føroysk samfelagsviðurskiftið kom út í gjár

Í gjár kom árliga frágreiðingin hjá Ríkisumboðnum, um Føroyar og føroysk samfelagsviðurskifti, á gøtuna.

Hetta er 11. árið, at Ríkisumboðið einsamalt gevur út frágreiðingina.

Fram til 1989 var tað so, at Landsstýrið og Ríkisumboðið samstarvaðu um útgávuna av árligu frágreiðingini, sum tá stórt sæð var einasta »búskaparfrágreiðing« um føroysk viðurskifti.

Í 1990 valdi Hagstova Føroya at fara undir eina meira nágreiniliga gjøgnumgongd av føroyskum samfelagsviðurskiftum, og tað endaði við Árbókini fyri Føroyar.

Frágreiðingin hjá Hagstovuni er, sum vera man á føroyskum, og tað metti Ríkisumboðið ikki var nøktandi. Mett var., at tað í grannalondum okkara - serliga í Danmark og hinum Norðurlondunum - var tørvur á eini dagførdari frágreiðing um føroysk samfelagsviðurskifti, og tí varð gjørt av at halda fram við útgávuni.

Í fororðunum sigur Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, at ho vónar, at henda frágreiðing, eins og hinar undanfarnu, kunnu vera brúkiligar, sum uppslagsbøkur, og at hon samstundis gevur brúkaranum eina fatan av høvuðslinjunum í føroysku samfelagsviðurskiftunum.