Frágreiðing um ung løgd fram um telesamskifti

Hósdagin var kanningin, sum Útnorðurráðið hevur latið gera um lívsvirðini hjá ungum, løgd fram. Hetta hendi um telesamskifti, tí í Íslandi sótu tey, ið hava gjørt kanningina og í Føroyum umboð fyri Útnorðurráðið og fjølmiðlar

Útnorðurráðið hevur latið gera kanning, ið nevnist De unges livssyn í Vestnorden. Tað er íslendska Socialvidenskabeligt Institut, ið hevur staðið fyri arbeiðinum, ið fevnir um ung í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Kanningin er í snøggum, greiðum og áhugaverdum bóklingi. Hósdagin varð kanningin løgd fram á Tænastumiðstøðini hjá Føroya Tele. Hetta hendi um telesamskifti.


Tvey støð um somu tíð

Í Íslandi sótu umboð fyri tey, ið gjørt hava kanningina og í Føroyum umboð fyri Útnorðurráðið og fjølmiðlar og serfrøðingar.

Á sjónvarpsrúti sóu íslendsku umboðini føroyingarnar og í Føroyum sóu tey íslendingarnar. Tøknin gjørdi sostatt gjørligt at hava ein og sama fund á tveimum støðum um somu tíð.


Áhugaverd tøl

Í Íslandi sótu Fríðrik Jónsson, Hrefna Guðmundsdóttir og Páll Brýnjolfsson, ið byrjaði fundin.

Lisbeth L. Petersen, varaformaður Útnorðurráðsins, beyð vælkomin og greiddi frá útnorðursamstarvinum.

Hon fegnaðist um at kunna leggja okkurt ítøkiligt á borðið, eftir at arbeiðið í ráðnum varð lagt um í 1995.

Fríðrik Jónsson greiddi síðani nærri frá frágreiðingini. Og eisini prógvaði tøknin sínar dygdir. Hann nýtti sokallað Power Point. Tey flestu kenna til hetta, at okkurt verður skrivað á eina talvu ella varpað upp á veggin við uppvørpu (overhead).

Nú kemur slíkt beinleiðis á teldu- ella sjónvarpsrútin, um neyðugt.

Kanningin er áhugaverd, tí hon lýsir tey ungu í Íslandi, Føroyum og Grønlendi sera neyvt, tá um lívsvirðini ræður. Sostatt ber eisini til at sammeta londini. Tey ungu hava svarað spurnarbløðum um ymisk viðurskifti.

Komið verður m.a. inn á metingar teirra um umhvørvisspurningar, hvørji tey ikki vildu ella vildu havt til grannar, t.d. fólk úr øðrum londum ella misnýtarar, metingar viðvíkjandi morali, hjúnalag og trúskapi, religión, tjóðskapi og framtíðarvónum.

Tikið varð m.a. fram, at í Grønlandi løgdu tey ungu minni í umhvørvisspurningar, enn í hinum báðum londunum.

Tá um virkið trúarlív ræður, liggja føroysku ungdómarnir fremstir. Í Íslandi eru tey hinvegin bangnast fyri huldufólki og líknandi.

Serfrøðingar vóru bodnir við á fundin og t.d. setti Eyðun Andreassen spurnartekin við, hvørt tað kundi bera til, at tá starv faðirsins bleiv nevnt, so fann hann ongastaðni fiskimenn, men bert serkønar, hondverkarar ella sjómenn. Mong av ivamálunum, ið komu á borðið, tóktust hava støði í óneyvum greiningum av fyribrigdum.

Ein av niðurstøðunum hjá teimum, ið gjørt hava kanningina var, at londini líkjast meira, enn tey væntaðu, tó at munir eru. Mett var, at kanningin gevur frálíka mynd av lívinum hjá ungum í londunum. Vón var um, at tað fer at bera til at sammeta við slíkar kanningar í Europa.

Samanumtikið áhugaverd tøl og útgreinað viðurskifti, ið ikki ofta eru fest á blað ella førd sum hagtøl.