ST hevur nú fingið frágreiðing um rættindini hjá børnum í Føroyum -Henda frágreiðing ber boð um, at við góðum samstarvi millum aðalráðini kann føroyska fyrisitingin framleiða tilfar, sum er á altjóða støði, bæði tá ið tað snýr seg um innihald og dygd.
Tað sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, nú frágreiðing um rættindi hjá børnum í Føroyum er latin ST.
Føroyar hava bundið seg at fylgja ásetingunum í ST sáttmálanum um barnarættindi, The Convention on the Rights of the Child. Lond, ið hava tikið undir við Barnarættindasáttmálanum, skulu fjórða hvørt ár lata inn frágreiðing um, hvussu gongst við at seta sáttmálan í verk, og hvørji framstig eru gjørd í mun til seinastu frágreiðing. Føroyska kervið lat á fyrsta sinni egið ískoyti til donsku ST frágreiðingina í fjørheyst.
Frágreiðingin um rættindi hjá børnum í Føroyum varð gjørd í góðum samstarvi millum fleiri aðalráð. Fyrrverandi Almanna- og Heilsumálaráðið framleiddi meginpartin av frágreiðingini, og Mentamálaráðið lat eisini tilfar og hagtøl til frágreiðingina. Uttanríkisráðið samskipaði arbeiðið og stóð fyri samskiftinum við danskar myndugleikar.
Kelda: Uttanríkisráðið