Frágreiðing forsætisráðharrans almenn í dag

Í morgun klokkan 9:00 verður frágreiðing forsætisráðharrans viðvíkjandi Føroyum almannakunngjørd.

Tann, ið vil hava at vita, hvat vísu menn forsætisráðharrans siga um búskaparligu gongdina í Føroyum, kunnu annaðhvørt venda sær til ríkisumboðið í Føroyum ella til forsætismálaráðið í Keypmannahavn, Á báðum støðunum verður frágreiðingin tøk klokkan 9:00 føroyska tíð.

Men tann, ið hevur atgongd til internetið nýtist ikki so langa leið, tí har verður frágreiðingin eisini almannakunngjørd. Adressan er www.stm.dk