Frægi listamaður

– heilsa til Amariel Norðoy á sekstifimm ára degnum.

Frægi listamaður

í bóltandi postbáti í inn - og útsúði,

har mastrartoppur, toppljós og siglingarljós

lita løriftið í skyggjandi, tárakendum, drippandi, dropalitum.


Aldan leggur inn um stokk og æsing –

skakast í borðum og bitum

av tínum litríku penslastrokum.


Firðir og sund standa í rokum

av dimmbláum, svørtum,

vesandi húsaskýggja.


Skákstrikur koma undan tangum og nesum -

lissa seglini upp

á sluppum, skonnartum, motorum

í løttum strokum -

í kyldum um silvitnis vág

og gráum, hvítmylju vatni.


Penslabørn tíni hava nú latið

teg í í seksti fimm ár – í morreytt kot,

litríkar troyggjur, hosur og stúkur.

Væl hava penslarnir dugað

at fjálga um tín bul, arm og legg,

men einki er sum ein

útróðrarbátur

við sótsvørtum ljóðringum,

glintandi við lending,

gnellandi um strong og íðu

í boðabrotum

undan eyst- og vestfalsbroddi.

Har er tín motorbátaheimur-

tín dagur og staður -

títt listaliga bylgjubrot!

Frægi listamaður.


Frits