Jenis av Rana,
løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Triði, ið ringdi í viðtaluna hendan kalda vetrarmorgun, var ikki sjúkur, hann ringdi at takka fyri uppskot Miðfloksins, sum sjónvarpið hevði greitt frá kvøldið fyri, uppskotið um hjálp til teirra, ið mistu sethús síni í kreppuárunum, og sum enn sita eftir við skuld uttan nakra tilsvarandi ogn.
Hesin var ikki fyrsti, ið ringdi í hesum sambandi, heldur ikki hin seinasti. Runt um úr oyggjunum, úr Danmørk og úr Noregi hava tey ringt fyri at spyrja, um ikki -og nær- myndugleikanir fara at veita sjálvsøgdu hjálpina, nær túrur teirra verður í røðini ( aftaná bankar, vinnulív og tey við stóru bankabókunum).
12 tímar seinni
Sama kvøldið, áleið kl. 20.14 fingu hesi eina fornemma heilsan. Via sjónvarpsstudio fingu tey at vita, at tey onga hjálp kunnu vænta, tí tey ?vil ikke betale?. Stutt og greið heilsan frá øðrum stjóranum úr tí banka, sum hesi, saman við øllum øðrum føroyingum, fyri fáum árum síðani guldu til og bjargaðu við milliarda krónutali.
Evangeliið eftir matteus kap. 18, ørindi 23- og fram.
Hví omanfyrinevnda bíbliubrot rann mær í huga, kann hvør einstakur lesari meta um , men tað sigur frá kongi, ið skuldi halda roknskap við tænarar sínar, og:
.......tá hann fór at gera upp, var ein, ið skyldaði honum 10.000 talentir ( áleið kr. 42 millión í okkara pengum, siga bíbliukønir), førdur fram fyri hann. Og við tað at hann einki átti at rinda við, beyð harri hansara, at hann og kona og børn hansara og alt, ið hann átti, skuldi seljast, og at rindast skuldi. Tá fall tænarin niður fyri honum, bønaði hann og segði: ?Harri, hav tol við mær, so skal eg gjalda tær tað alt!? Tá tykti Harranum hjá hesum tænara hjartaliga synd í honum, hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir. Men táið hesin sami tænarin fór út, hitti hann ein samtænara sín, sum skyldaði honum 100 denarar ( áleið kr. 65 í okkara pengum, siga bíbliukønir). Hann legði tá hond á hann, tók um kvørkrar hansara og segði:? rinda tað, ið tú skyldar!? Tá fall hesin samtænari hansrar niður fyri honum, bað hann og segði:? Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!? Men hann vildi ikki, men fór og læt hann seta fastan, inntil hann rindaði tað, sum hann skyldaði.
Ein av uppgávum Miðfloksins!
Eg eri samdur við løgtingmanni, sum metti atferð bankastjórans sum eina greiða ábending um, at Miðflokkurin er á rættari kós! Frá stovnan hava vit ført fram og lovað at verða á varðhaldi og at vera verja teirra veiku. Hóast í andstøðu meta vit okkum at hava røkt lovaðu uppgávuna. Úr rúgvuni kunnu vit sum dømi nevna, tá vit fingu broytt lóg, sum vildi givið djóralæknum ótarnað loyvi til genmanipulatión, at royndirnar at førða okkum inn í ES eru vorðnar alment kendar, og at í løtuni verður kannað, um ætlanin er, at eisini føroyingar, saman við grønlendingum, verða fyrstu offrini, um stríð skuldi brostið á millum stórveldini. Og at umboðsmaðurin loksins, eftir 20 ára tos, verður veruleiki, eigur flokkurin æruna fyri.
At so ein bankastjóri ikki skilir ?Jenus af Rana og dem i Midflokken?- ja, tað kunnu vit saktans liva við.
p.s. Annars siga mon, vit hava tosa við, ið hava ?samrást? við bankan, at tey kenna seg als ikki aftur í sjónvarpssjófrágreiðing bankastjórans.