Fríggjakvøld kostaði minni

Dagur & Vika skuldi av skrá, tí pengar skuldu sparast. Sambært tíðindaleiðaranum í Kringvarpi Føroya, Liljan Weihe, hevur hetta eydnast

»Vit fara ikki hava ráð at dekka kommunuvalið í vetur, um eg skal hava Dag & Viku koyrandi«. Soleiðis segði Liljan Weyhe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, tá hon skuldi greiða frá, hví Dagur & Vika varð tikin av skrá í sjey vikur í summar – frá 25. juni til 13. august.

Við øðrum orðum vóru fíggjarligar sparingar fremsta orsøkin til, at eingin sjónvarpstíðindasending var á breddanum í summar. Og sambært tíðindaleiðara Kringvarpsins, so hava tey spart pening. Liljan Weyhe er í feriu og hevði tískil ikki neyvu tølini við hendurnar, tá vit tosaðu við hana í gjár.

Hon vísti tó á, at tey hava fingið avviklað eina rúgvu av avspáking og feriu, sum fólk annars høvdu havt til góðar. Somuleiðis eru tað munandi færri starvsfólk, sum arbeiða dagliga arbeiða við Fríggjakvøld. Liljan Weyhe upplýsir, at tað dagliga eru knútt umleið tíggju fólk at Degi & Viku, meðan tað hava verið millum fimm og seks fólk knýtt at Fríggjakvøldi.

- Tá sendingin so var í luftini hava tað sjálvandi verið fleiri fólk til arbeiðis, men samanumtikið hava tað verið færri, sigur Liljan Weyhe.

Hóast fólkini handan sendingina hava eftirmett hvørt Fríggjakvøld so hvørt sendingarnar hava verið, so hevur eingin yvirorðnað eftirmeting av sendingini verið enn. Tískil fær Liljan Weyhe ikki sagt, um vælumtókta summarsendingin verður aftur næsta summar.

- Men eg vóni ikki, at vit koma í eina líknandi støðu aftur, har vit bara framleiða eina sending um vikuna, sigur tíðindaleiðarin.


rolant@sosialurin.fo