Svarti Fríggjadagur, ella Black Friday á enskum, er seinastu fáu árini vorðin ein tann størsti søludagurin hjá handilsvinnuni her á landi. Bæði handlar og kundar hava tikið hendan amerikanska søludagin til sín, og tykist ársins Svarti Fríggjadagur at gerast tann størsti higartil.
Í USA er Black Friday heitið á fyrsta degnum eftir høgtíðina Thanksgiving, ið altíð er fjórði hósdagurin í november, og verður dagurin sæddur sum fyrsti dagurin í jólasøluni. Hendan dagin veita handlar ein munandi avsláttur á fleiri vørur.
Sambært heimasíðuni history.com, so hevur Heitið Black Friday sín uppruna í hálvtrýssunum, tá løgreglan í amerikanska býnum Philadelphia brúkti heitið á lýsa øktu ferðsluna og innrásina av kundum, ið skaptu ferðsluruðuleika í miðbýnum. Men tað var ikki fyrr enn í fýrsunum, at Black Friday gjørdist ein landsumfatandi handilsdagur.
Torført er at siga júst nær Svarti Fríggjadagur kom til Føroyar, men ein Google leiting vísir, at Elding lýsti við Black Friday í Føroyum í 2015, meðan SMS hevði sín fyrsta Black Friday í fjør.











