Hondbóltur
Orsakað av landsdystum, steypakapping og øðrum, hevur HSF verið noytt at fremja fleiri broytingar í kappingini. Hetta ger, at kappingarskipanin ikki er eins eftirfarandi í øllum førum. Niðanfyri verður prentað yvirlit vyir dystir, sum skulu leikast í desember mánaði
Dagur deild dystur
Fríggjadag 8/12 kvinnur VB-Kyndil
Leygardag 9/12 menn H71-KÍF
Sunnudag 10/ 12 kvinnur Kyndil-VÍF
Sunnudag 10/12 menn Kyndil-VÍF
Sunnudag 10/12 kvinnur Stjørnan-Sóljan
Sunnudag 10/12 kvinnur VB-Tjaldur
Sunnudag 10/12 menn StÍF-Neistin
Mikudag 13/12 menn Neistin-Kyndil
Hósdag 14/12 menn VÍF-Tjaldur
Leygardag 16/12 kvinnur Sóljan-Neistin
Sunnudag 17/12 menn Neistin-StÍF
Sunnudag 17/12 kvinnur Tjaldur-Kyndil
Sunnudag 17/12 menn Tjaldur-Kyndil
Sunnudag 17/12 kvinnur VÍF-Stjørnan
Sunnudag 17/12 menn VÍF-KÍF
Sum tað framgongur av hesum, so verður talan um ein dyst í bestu kvinnudeildini fríggjadagin. Kyndil, sum má sigast at hava eina sera strævna skrá í løtuni fer til Vágs, har uppgávan verður at nærkast bronsuplássinum, sum VB hevur í løtuni.
VB eigur tó at roknast sum favorittur til dystin. Higartil í ár hava tær staðið seg heldur betri enn Kyndil, og øvugti dysturin í Havn herfyri endaði eisini við sigri til VB.